Opið bræv til Landsstýrismannin í kommunumálum

Lesarabræv Jonhard Danielsen býráslimur

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 8 måneder ago
Updated 2023/11/10 at 9:36 PM

Set borgarstjóran og, um neyðugt, kommunustýrið frá

Runavíkar kommunu hevur fingið fleiri átalur frá Løgtingsins umboðsmanni. Hetta boðar ikki frá góðum.
Hetta er ein sera stórur trupulleiki fyri øll. Altso, øll uttan Kommunala eftirlitið, sum onki ger.
Einasta loysnin tykist vera, at borgarstjórin og helst eisini kommunustýrslimirnir, fyribils verða settir frá.

Eftir tí, sum eg havi hoyrt, er líka lítið skil á Kommunala eftirlitinum, sum tað er í Runavíkar kommunu. Hvussu skal tað verða, tá blindur leiður blindan.
Eitt eftirlit hevur ávísar skyldur. T.d. stendur í kommunulógini:
§ 55, stk. 3. Landsstýrismaðurin kann saksøkja kommunustýrislim eftir endurgjaldi, um hann ber ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri missi.
§ 56. Kommunustýrislimur verður sektaður við bót, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, ið fylgja av starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Átala eftir stk. 1 kann einans verða reist eftir áheitan frá landsstýrismanninum.

Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av Kommunala eftirlitinum. Her er nokk at tríva í. Av tí, at fyrrverðandi landsstýrismenn á økinum onki hava gjørt, situr tú við apuni.

Síðan fara vit til Runavíkar kommunu. Her er støðan so ring, at fólk ætla at stevna kommununi eftir endurgjaldi.

Tað kann ikki vera meiningin, at vanligi borgarin skal stevna kommununi, tí Kommunala eftirlitið ikki ger sína skyldu.
Kemur tað hartil, so átti misálit á landsstýrismannin fingið 33 atkvøður í Løgtinginum.

Trupulleikin er, at tey fólkavaldu klára ikki at krevja, at umsitingin ger tað, hon eigur at gera. Hetta tí, at umsitingin óttast borgarstjóran. Tí gera tey tað, tey halda, borgarstjórin vil hava tey at gera, tó at uppgávan er at tæna borgarunum, sambært galdandi reglum og samtyktum.

Tey fólkavaldu umboðini siga beinleiðis, at tey noyðast at vera væl við borgarstjóran. Annars fáa tey onki. Undirskilt, so verða tey ikki afturvald.
Tá er greitt, at umsitingin ongan stuðul fær frá kommunustýrinum at gera tað, sum rætt er, um tað ikki samsvarar við tað, sum borgarstjórin ynskir.
Okkara kommuna er tí farin so langt av kós, at myndugleikarnir geva átalu omaná átalu.

Flestu trupulleikarnir eru ymisk byggimál og manglandi svar uppá sama.

Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, er formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini. Hann eigur tí, meira enn borgarstjórin, skyldina av hesum óskili.
Dátueftirlitið við Tóra Højgaard á odda, ætlaðu at leiga bygning, sum verður bygdur uttan byggiloyvi, í øki, har byggisamtyktin ikki loyvir tí, sum søkt varð um.
Enntá segði hann ósatt fyri mær um hetta.
Frá kl. 8-16 gevur hann bøtur í kr. 100.000 klassanum til onnur fyri smálutir.
Í kommununi klárar hann ikki at avgreiða eitt byggimál, har alt er í lagið og tí hevur umsøkjarin rætt til at fáa byggiloyvi.
Og tað seinasta “stunti” er, at ein persónur á teknisku deild er uppsagdur, uttan frágreiðing. Eg havi bara hoyrt gott um viðkomandi persón, tí er hetta sera undranarvert.

Harra Landsstýrismaður!
Dátueftirlitið, er stovnur undir tær.
Vælsignaður, havi tit Dátueftirlitið í Havn, og latið okkum ístaðin fáa Løgtingsins Umboðsmann og Kommunala eftirlitið hendanvegin.

Her er onki, sum fær avleiðingar.
Løgtingsins umboðsmaður tekur avgerð, upp til 3 ferðir, í sama máli, uttan at nakað hendir.
Kærunevndin í lendismálum annulerar byggiloyvir.
Innhabilir kommunustýrislimir luttaka.

Skilið er ringt. So her má okkurt gerast.
Eg veit ikki, hvar hjálp er at heinta.

Mín áheitan, til Landsstýrismannin, skal tí vera, at seta borgarstjóran, og um neyðugt, eisini kommunustýrið frá, og seta onkran serfrøðing at kanna støðuna.
Støðan er keðilig fyri borgararnar, men sanniliga eisini fyri starvsfólkið.

Blíðar heilsanir / Kind regards
Jonhard Danielsen býráðslimur Runavíkar Kommunu

Share this Article