Tað var hugstoytt at hoyra, at ongar kappingar á Oyggjaleikunum 2027 verða leiktar í Klaksvík.
Skriva hevur: Jógvan Skorheim
Endiliga hava Føroyar aftur fingið fatur á Oyggjaleikunum og havi eg glett meg til at síggja okkara fantastiska ítróttarumhvørvið verða fult gangnýtt, nú Føroyar bjóða seg fram at hýsa.
Vit hava eina fantastiska rennibreyt og hallir, ið eru sera væl egnaðar til flogbólt.
Hetta hevði eisini verið ein gyltur møguleiki, at bjóða býin fram við nýggjum hotelli og spírandi miðbýi.
Herfyri varð kunngjørt, at triatlon og flogbóltur skuldi kappast í Klaksvík, men í dag kundi vit lesa at onki verður hóast alt.
Hvat gekk galið? Vildi kommunan ikki spæla við? Ella kom kinkur í?
