Nú uttanríkiskvinnan í Føroyum hevur valt at útiloka tveimum vanligum russiskum reiðaríum at fiska í føroyskum sjóøki, er tað meira enn nakrantíð relevant at spyrja, hvat logikkurin aftanfyri avgerðini er. Føroyar hava longu gjørt fiskivinnuavtalu við Russland fyri 2026, og bæði vinnan og royndir politikarar í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi mæla frá at boykotta útvald reiðaríðir. Tað ger spurningin enn meira týdningarmiklan: Hví Siri?
Óli M. Lassen, reiðari og eigari av 24fo.news
Útihýsan av russiskum fiskiskipum – politiskt vent á høvdi
Sum undanarni formaður floksins, Høgni Hoydal, plagdi at siga: “Einki um okkum uttanum okkum.”
Men nú sleppa tit at vera við – og kortini klára tit ikki at føra ein sjálvstøðugan uttanríkispolitikk. Heldur hanga tit í skjúrtivelinum á ES og Noregi.
Tit tosa javnan um lóg og rætt og at vit liva í einum rættarsamfelag, men tit gloyma hetta gleðiliga í tráanini eftir at fylgja leistinum hjá ES, sum ikki á nakran hátt hevur megnað at fáa frið í lag í Europa. Í hesum døgum verður nógv tosað um “regelbaseret verdensorden”, men hetta vilja tit heldur ikki fylgja.
Trygdarpolitiskur bakgrundur
Vit vóru veruliga bangin fyri russum fyri 40 árum síðani, tá kalda kríggið var veruleiki. Sjálvur skrivaði eg um trygdarpolitikk og eri helst fyrsti persónurin, ið kallaði GIUK-økið fyri GIFUK-økið, eitt heiti sum til tíðir verður nýtt enn í dag.
Eg skrivaði í dagblaðnum um russisku fiskiskipini, ið av vesturlendskum fregnartænastum vóru mett sum njósnaraskip – við einum hav av antennum á brúgvatekjuni og í mastrunum.
Politiskar broytingar
Tí er tað løgið, at vit í Fólkaflokkinum í dag verða noydd at verja russiska fólkið og russiska sjómannin. Meðan tykkara fólk gekk í friðargongum og rópti saman við javnaðarfólkum og kommunistum:
“NATO út úr Føroyum!”
Tit kravdu Føroyar sum eitt atomfrítt øki og vitjaðu kommunistarnar uttanlands. Løgið er tað tí, at tit nú fylgja ES, og Sjúrður Skaale tosar um NATO og Ísrael. Alt er vent á høvdi. Og nú fylgja tit ES-línuni og tala fyri at sanktionera lógligum fiskiskipum og reiðaríðum.
Men tað eru ikki bara vit borgarligu, sum halda, at tað er høpisleyst at útihýsa útvaldum russiskum reiðaríðum og fiskiskipum úr føroyskum havøki. Sama halda so frægir menn sum:
- Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður Javnaðarfloksins
- Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður hjá Tjóðveldi, nú formaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Runavík
Russiskur fiskiskapur og føroyskt havøki
Russiskir fiskimenn hava fiskað við Føroyar í útvið 50 ár. Tað teir ikki vita um føroyskt havøki er ikki vert at vita. Tað er tiltikið, sum ofta verður sagt, at teir hava betri sjókort yvir Føroyar enn vit sjálvi hava.
Hernaðarligur veruleiki í Føroyum
Vit hava ongar hernaðarligar instalatiónir í Føroyum:
- Onga flotastøð
- Ongan “militærbasa”
- Onga radarstøð
- Samskiftiskaðalarnir liggja alment frammi, (merktir í sjókortum).
- Til eftirlit við fiskiskipum hava vit:
- Føroysk og donsk verjuskip
- Tyrlur og flogfør
- Skipini hava radarar, ið røkka uml. 100 fjórðingar
- AIS-skipanir
- Harumframt hava vit fylgisveinar, sum kunnu eygleiða skipaferðsluna.
Ikki bara vinnan mótmælir
Fyrrverandi løgmaður og formaður javnaðarfloksins Jóannes Eidesgaard og borgarstjórin í Runavíkar kommunu og fyrrverandi fiskimálaráðharrin Tórbjørn Jacobsen, og fyrrverandi landsstýrismaðurin Heðin Zachariassen – í dag vinnulívsmaður – hava allir víst greiða mótstøðu. Teir leggja dent á, at fiskivinnuavtalan við Russland hevur verið galdandi síðan 1977, og at tað krevur sera haldgóðar grundgevingar at broyta eina slíka avtalu. Kelda: FM1
Tórbjørn Jacobsen segði í FM1: “Hevur tú gjørt eina avtalu, skalt tú ganga ígjøgnum eld fyri at halda hana.” Jóannes Eidesgaard staðfesti, at um russisku skipini høvdu hermenn umborð, so var tað ein annar spurningur – men í hesum føri snýr tað seg um eina vanliga fiskivinnuavtalu, sum eigur at verða hildin.
“Sanktiónirnar av ávísum russiskum reiðaríum byggja á veikt og politiskt manipulerandi grundarlag. Norskur trygdarserfrøðingur”
Tøkni og illgruni um njósning
Skipini hava verið í dokk, og myndir av botninum vísa greitt, at har er einki óvanligt. Føroyskar fyritøkur hava í áratíggjur selt og sett útgerð upp á russiskum fiskiskipum, og hetta hevur verið ein vanligur partur av vinnuliga samstarvinum.
KVF hevur eisini víst á, at stuttbylgjumóttakarar, sum eru umborð, eru av sama slag, sum túsundtals føroyingar kenna frá gomlum fiskiskipum. Kortbylgjusendarar kunnu hoyrast í vanligum radio, og eru ikki kodaðir og kunnu tí ikki nýtast til njósning.
Ein stjóri innan nautiska útgerð staðfesti í samrøðu við R7, at áðrenn sanktiónir, seldu føroyskar fyritøkur fyri milliónir til russisk skip. Hetta vísir, at talan er um útgerð, sum hevur verið partur av vanligum fiskivinnuligum virksemi – ikki um hernaðarliga tøkni.
Hetta sigur Ole Fostad: Tunnt og manipulerandi grundarlag
Trygdarserfrøðingurin Ole Fostad hevur í grein í TrønderRød víst á, at sanktiónirnar móti russiskum reiðaríum byggja á tunt og manipulerandi grundarlag. Hann nevnir Føroyar og heldur, at føroyskir myndugleikar ikki ómakaðu sær at gera neyðuga arbeiðið, hóast teir høvdu fleiri mánaðir til tað enn Noreg og ES.
Fostad vísir á, at sanktiónirnar í Noregi byggja á spekulatiónir í miðlunum – serliga dokumentarin *Skyggekrigen* hjá NRK – og at ES-kommissiónin sjálv viðurkennir, at grundarlagið er veikt. Norebo fekk ein “próvpakka” við 18 tíðindagreinum, fleiri maskin-umsettar, sum skuldu vera grundarlag undir ákærunum.
Hann kallar hetta eina vandamikla gongd, har journalistisk tilvild og miðlaspekulatión gerst grundarlag undir altjóða politikki. Í Føroyum segði Sirið Stenberg sjálv við KvF, at: *“Hetta verður gjørt fyri at gera tað sama, sum onnur lond gera.”** [Kelda: TrønderRød – grein hjá Ole Fostad](https://tronderrod.no/fredsarbeid/manipulerende-journalistikk-fra-nrk-som-grunnlag-for-eu-sanksjoner/) *Norðlýsið
Fakligar áheitanir og uttanríkispolitikkur
Jacob Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharri og nú limur í uttanlandsnevndini, segði í samrøðu við DR, at Føroyar ikki eiga at svartilista russisk reiðarí, hóast ES hevur illgruna um njósning. Hann heldur, at avgerðir skulu byggja á fakta og ikki illgruna.
Á vitjan í USA fekk Løgtingsins uttanlandsnevnd greiða kunning frá fregnartænastuni hjá amerikanska flotanum, The Navy of Intelligence, sum staðfesti, at russisk fiskiskip hava als onga ávirkan á trygdina í Norðuratlantshavinum. Hetta er ein týðandi staðfesting frá einum sterkum samstarvsfelaga, sum undirstrikar, at talan er um vinnuligt virksemi – og ikki hernaðarliga hóttan.
Vinnulívsávaringar
Bogi Jacobsen, stjóri í P/F Vardin, hevur víst á, at sambært Hagstovuni útfluttu Føroyar til Russland fyri yvir 1,3 milliardir krónur seinasta árið – makrelur fyri 864 milliónir og sild fyri 380 milliónir. Hann heldur, at ein svartlistan av reiðaríum kann skapa ótryggleika og elva til “mótreaksjonir” frá russiskari síðu. Slíkar avleiðingar kunnu raka útflutningin hart og seta í vanda tað stabila samstarvið.
Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, ávarar um, at svartlistan av Murman Seafood og Norebo JSC kann seta framtíðar fiskivinnuavtaluna við Russland í vanda. Hann vísir á, at USA sjálvt metir, at skipini ikki útgera nakran reellan vanda fyri Føroyar.
Politiskar røddir á tingi og reiðarar í Føroyum og Ruslandi
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur segði í samrøðu við 24.fo, at tað kundi hava stóra ávirkan á land og fólk, um vit missa Russlandssátmalan. Kristian Martin Rasmussen reiðari ávaraði um, at boykott uttan prógv skapar ótryggleika og fer heilt víst at fáa ein reaktión úr Russlandi.
Stefan Klein Olsen staðfesti, at skipini ikki eru reell hóttan móti trygdini, men at avleiðingarnar fyri fiskivinnusamfelagið kunnu vera stórar. Hann legði dent á, at trýstið kemur ikki frá EU ella dønum, men úr samgonguni og løgtinginum sjálvum.
Beinir Johannesen vísti á, at Føroyar eru eitt av teimum londunum, sum harðast eru rakt av sanktiónum, meðan ES framvegis keypir olju og gass úr Russlandi.
Jacob Vestergaard segði, at Føroyar ikki hava fiskivinnuavtalu við EU, og spurdi, um hetta er ein roynd hjá dønum og EU at seta kílar ímillum tað góða samstarvið við Russland. Hann vísti á, at verjan av Føroyum liggur hjá USA og UK innan NATO – ikki hjá Danmark.
Hetta sigur stjórin – CEO Vladimir Khizhnyakov (Murman Seafood): „Okkara skip hava ongantíð verið við í øðrum enn vanligum, typiskum fiskiveiðuvirksemi.“Kelda: Hook & Net Magazine (2025) og The Fishing Daily (juli 2025)
„Norebo told The i Paper that it categorically rejected any suggestion that it was involved in espionage, saying such claims were ‘false’ and designed to ‘promote a political agenda’.“ The i Paper (inews.co.uk), grein frá mai 2025
Mín áheitan á landsstýrið
Áheitanin á Siri Stenberg, uttanríkiskvinnu, og Eirikur í Jákupstovu, landstýrismann í tilfeingis- og vinnumálum, má vera at rætta kósina, leggja á annan bógv og seta út í kortið av nýggjum. Skeivleikar, sum eru íkomnir, eiga at verða rættaðir, og reiðaríini, sum hava fiskað við Føroyar í áratíggjur, eiga at sleppa at halda fram sum vanligt. Danska verjan skal nokk hjálpa Tjóðveldið at hava eftirlit við fiskiførum, ið fiska í føroyskum sjógvi.
Bæði vinnan og royndir politikarar mótmæla, og fakligar kanningar vísa, at hóttanin ikki er til staðar, tí verður spurningurin enn meira átrokandi: Hví Siri?
Avgerðin um at útiloka russisk reiðaríir kann ávirka eitt samstarv, sum í hálva øld hevur havt stóran týdning. Fiskivinnuavtalan er longd fram til 2026, og matvørur eru klárt undantiknar sanktiónum. Tað merkir, at grundarlagið fyri samstarvinum er bæði lógligt og tryggjað í altjóða høpi.
Tí er tað óskiljandi, at Føroyar velja at ganga í takt við linjuna hjá øðrum, hóast fakligar niðurstøður og vinnuligar áheitanir vísa, at hóttanin ikki er til staðar. Spurningurin er tí, hvør veruliga trýstir: eru tað danir, Noreg ella ES, ið leggja trýst á Føroyar – ella er tað okkara egna samgonga, sum vil profilera seg við einum boykotti, hóast tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri útflutningin og framtíðina hjá okkara fiskivinnusamstarvið og útflutningi av uppsjóvarfiski og laksi.
Óli M. Lassen
