mandag, juni 22, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Toskaútflutningurin vaksin yvir 440 milliónir krónur. Hetta skrivar Hagstovan

Toskaútflutningurin vaksin yvir 440 milliónir krónur. Hetta skrivar Hagstovan

0 comments

Samlað varð útflutt fyri næstan 14 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá mai 2025 til apríl 2026. Tað eru 1,6 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 1,6 milliardir krónur, ella 14,3 prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 537 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 9,4 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks við meira enn 22 túsund tonsum, ella 23,9 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið yvir 440 milliónir krónur, ella 40,7 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 16,5 prosentum.

Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 mai – aprílmunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Tilsamans12.299,313.841,71.542,412,5
Fiskavøruútflutningur11.478,913.115,31.636,414,3
00900 – Laksur5.685,26.222,0536,99,4
01200 – Svartkjaftur323,1243,7-79,4-24,6
01300 – Toskur1.081,51.521,8440,340,7
01500 – Hýsa195,6366,0170,587,2
02100 – Upsi319,5444,3124,939,1
03600 – Sild487,3627,3140,128,7
03800 – Makrelur1.582,31.743,7161,410,2
04001 – Lodna20,0190,8170,8854,8
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði183,9178,7-5,2-2,8
08601 – Fóður473,1365,2-107,9-22,8
09700 – Fiskamjøl360,5259,1-101,4-28,1
09800 – Lýsi6,214,07,8124,6
Annar fiskur760,8938,5177,723,4
Ikki fiskur820,4726,3-94,0-11,5

Kelda:Hagstova Føroya

Vøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 mai – aprílmunur
 2024-252025-26tons%
Tilsamans626.155,4584.465,6-41.689,9-6,7
Fiskavøruútflutningur541.919,5501.909,2-40.010,4-7,4
00900 – Laksur93.199,9115.505,622.305,723,9
01200 – Svartkjaftur142.431,371.613,6-70.817,7-49,7
01300 – Toskur17.158,119.986,02.827,816,5
01500 – Hýsa6.057,98.488,22.430,240,1
02100 – Upsi11.658,712.040,0381,33,3
03600 – Sild42.723,772.979,530.255,870,8
03800 – Makrelur93.164,872.530,8-20.634,0-22,1
04001 – Lodna1.285,613.712,512.426,9966,6
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði45.567,941.653,1-3.914,8-8,6
08601 – Fóður31.825,525.214,8-6.610,7-20,8
09700 – Fiskamjøl28.016,217.365,1-10.651,1-38,0
09800 – Lýsi606,01.333,7727,7120,1
Annar fiskur28.224,029.486,51.262,54,5
Ikki fiskur84.235,982.556,4-1.679,5-2,0

Kelda:Hagstova Føroya

Útflutningurin av fiskavørum skift á landaøki

Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, Miðeysturs, “Asia annars” og til “Afrika annars”. Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina, ið stendur fyri góðum 308 milliónum krónum av vøkstrinum. Í Miðeystri stendur laksur til Ísraels fyri góðum 73 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til ES er vaksin við knøppum 1,3 milliardum krónum. Harav er útflutningurin til Spania vaksin við 330 milliónum krónum, og til Fraklands við 256 milliónum krónum. Útflutningurin til “Evropa annars” er minkaður knappar 241 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands minkaður við 121 milliónum krónum.

Útflutningur av fiskavørum skiftur á landaøki

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 mai – aprílmunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Tilsamans11.478,913.115,31.636,414,3
ES (27_2020)5.475,46.743,41.268,023,2
Evropa annars3.219,22.978,4-240,8-7,5
Norðurafrika79,7111,031,339,2
Afrika annars75,8209,9134,1176,9
Norðuramerika1.645,31.667,021,71,3
Miðamerika og Karibia0,00,10,1420,5
Suðuramerika0,00,00,0
Miðeystur51,5161,1109,6212,9
Asia annars932,01.244,4312,433,5
Avstralia og Nýsæland0,00,00,0
Oseania og Póløkini annars0,00,00,0
Ógreinað og ókent0,00,00,0

Kelda:Hagstova Føroya

Sjey lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Spania, Bretland, Danmark, Russland, Kina og Niðurlond. Árligi útflutningurin til Kina er júst farin upp um eina milliard krónur. Útflutningurin vaks nógv fram til endan av 2019, men minkaði síðani nógv í byrjanini av 2020. Síðani tá, er mánaðarligi útflutningurin til Kina fýrfaldaður frá umleið 20 til 80 milliónir krónur um mánaðin. Mánaðarligi útflutningurin til Spania er vaksin úr umleið 20 milliónum krónum í 2018, til nú at vera góðar 100 milliónir krónur í miðal um mánaðin. Somuleiðis er útflutningurin til Niðurlond meira enn trífaldaður síðani 2021, og nærkast nú 90 milliónum krónum mánaðarliga.   

Mynd á Framsíðu 24.fo

Les meira her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira