tirsdag, oktober 13, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Útlánsvøksturin er høgur, men minkandi. Hetta skriva Landsbankin

Útlánsvøksturin er høgur, men minkandi. Hetta skriva Landsbankin

0 comments

Føroysku bankarnir øktu útlán til føroyskar kundar fra august 2025 til august 2026 økt við 1,4 mia. kr. í hesum tíðarskeið

Í august 2026 var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum 6,4% roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Útlánsvøksturin til privatu vinnuna var í august 2026 7,7% og til húsarhaldini var hann 9,2%.

Mynd 1 vísir árligan útlánsvøkstur hjá føroysku bankunum, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við árið fyri. Útlánsvøksturin hevur verið minkandi síðani árslok 2025 og var 6,4% í august 2026.

Føroysku bankarnir høvdu útlán til føroyskar kundar fyri tilsamans 22,2 mia. kr. í august 2026. Í august í fjør vóru útlánini 20,8 mia. kr., og tey eru tí økt við 1,4 mia. kr. í hesum tíðarskeiði.

Tað er serliga økt lántøka hjá privatu vinnuni og húsarhaldunum, sum toga útlánsvøksturin upp i august 2026. Meginparturin av útlánunum hjá føroysku bankunum fara til húsarhald og privatu vinnuna.

Privata vinnan

Privata vinnan hevur økt lántøkuna við 500 mió. kr. í tíðarskeiðinum august 2025 til august 2026. Privata vinnan skyldar um 7,2 mia. kr. í føroysku peningastovnunum tilsamans (august 2026). Útlánsvøksturin til privatu vinnuna hevur verið veksandi síðani á várið 2025. Útlánsvøksturin er framvegis lutfalsliga høgur (7,7% í august 2026), men hevur verið minkandi síðani á vári 2026, sí mynd 2.

Húsarhaldini

Húsarhaldini hava økt lántøkuna við 1,1 mia. kr., frá 11,3 mia. kr. til 12,4, mia. kr. í tíðarskeiðinum august 2025 til august 2026. Vøksturin í útlánum til húsarhaldini var 9,2%, roknað sum eitt 3 mánaðar glíðandi miðaltal samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. frá føroysku peningastovnunum. Húsarhaldini læna einamest til bústaðarfígging. Føroysk húsarhald læna eisini frá donskum realkredittstovnum, men vøksturin í útlánum frá donsku realkredittstovnunum er minkandi. 

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.

Tilvildarlig mynd 24.fo – 123rf.com

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira