Home Tíðindir Innflutningurin methøgur

Innflutningurin methøgur

by Lagt út ÓML

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,3 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innflutt enn í ár. Hetta skrivar Hagstova Føroya í dag.

Innflutningurin til og við august er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,3 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 43% í mun til í fjør, sum eisini var metár. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 27%. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast innflutta nøgdin er minkað umleið 7%, hava vit brúkt 90% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.

Um vit síggja burtur frá brennievni og skipum, er størsti vøksturin í bólkinum rávøra til fiskavirking (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 165 milliónir krónur meira, sum er 50% vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnað (fyri tað mesta alifóður). 30% meira er innflutt av hesum vørum.

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

Januar – august 2021/2022

 januar – augustmunur
 20212022mió. kr.%
Tilsamans5.794,48.312,22.517,943,5
Tilsamans uttan skip og flogfør5.633,27.153,71.520,527,0
Til hav- og landbúnað392,2511,4119,330,4
Rávøra til fiskavirking330,7495,3164,649,8
Til byggivirki539,5652,2112,720,9
Til aðra framleiðslu1.231,41.592,3360,929,3
Maskinur o.o. útgerð692,4696,23,80,5
Brennievni o.t.829,41.572,4743,089,6
Bilar o.o. flutningsfør359,4365,56,21,7
Til beinleiðis nýtslu1.258,31.268,410,10,8
Skip, flogfør o.t.161,11.158,5997,4618,9

Kelda:Hagstova Føroya 17 okt. 2022

Í august 2022 varð innflutt fyri 18,2 milliónir krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er fóður til hav- og landbúnað, men eisini eitt sindur av byggitilfari.

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More