Okkara fólkatingsumboð eiga at virka fyri, at møguleikar hjá ungum lesandi at fáa bústað í Danmark gerast betur.
Tað kemur ofta fyri, at tey sum flyta til Danmarkar í lestrarørindum eru heimleys fyrstu tíðina. Av hesi orsøk fáa fleiri eina ringa byrjan upp á lesturin, og nøkur koma kanska ongantíð rættuliga fyri seg fyrsta ári.
Vit eiga at gera eina avtalu við danir um, at føroysk lesandi skulu hava tillutað eitt neyðugt tal av lestrarbústøðum.
Grundgevingin fyri slíkari avtalu er sjálvsøgd. Føroysk lesandi eru 1.500 kilometrar heimanífrá og eru í veruleikanum heimleys, um tey ikki fáa ein bústað.
Hvussu skal hetta gerast í praksis?
Eg haldi, at landsstýrið og danska stjórnin í felag eiga at finna bústaðarloysnir, sum eru ætlaðar føroyskum lesandi í Danmark.
Okkara fólkatingsumboð kann vera ein aktivur viðspælari at fáa danskar myndugleikar at skilja trupulleikan og at loysa hann.
Christian Fribjart Andreasen