Home Uncategorized Vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit

Vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit

0 comments

Hetta skrivar Norðoya Sparikassi 27. oktober 2022 á ns.fo

Fíggjareftirlitið var í mai í ár á eftirlitsvitjan í sambandi við mannagongdir sparikassans at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.

Í frágreiðingini frá vitjanini verður staðfest, at váðin fyri at sparikassin verður misnýttur til hvítvask og fígging av yvirgangi er á sama støði sum hjá øðrum peningastovnum, ið sparikassin kann sammetast við. Harumframt staðfesti Fíggjareftirlitið, at sparikassin skal endurskoða váðameting og betra um politikkir og mannagongdir innan hvítvaskøkið.

Sparikassin tekur frágreiðingina til eftirtektar og ger neyðugar tillagingar.

Frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum ella hjá sparikassanum www.ns.fo.

NORÐOYA SPARIKASSI

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More