Knívur stakk út úr ruskposanum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 8 måneder ago
Updated 2023/03/25 at 12:05 AM

Kommunala Brennistøðin í Tórshavn minnir fólk á, um ikki at lata hvassar lutir, so sum knívar og annað, í ruskposan. Í morgun stakk ein knívur úr einum ruskposa í Sámalsgøtu.

Í morgun 24. mars, varnaðust ruskmennirnir ein knív stinga úr einum ruskposa. Posin varð sjálvandi ikki tikin og ruskmennirnir hava gjørt vart við, at teir taka fyribils ikki rusk aftur av adressuni.

Brennistøðin ger vart við, at hetta er ikki í lagi, tí ruskmennirnir kunnu fáa stórt mein av tílíkum.

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *