Home Fólk og Samfelag Samstarva um tilbúgvingina í Sandoyartunnlinum

Samstarva um tilbúgvingina í Sandoyartunnlinum

by Lagt út ÓML

Borgarstjórin í Sands kommunu og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hittust í gjár at tosa um samstarv millum kommunurnar, nú Sandoyartunnilin letur upp um fáar vikur.

Sands kommuna og Tórshavnar kommuna samskifta um at samstarva um tilbúgvingina.

Tað varð umrøtt á fundi millum Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, og Hera Sverrason, borgarstjóra í Sands kommunu.

Málið skal tó samtykkjast av býráðnum í Havn og bygaráðnum á Sandi, áðrenn avtalan kann undirskrivast.

Tórshavnar kommuna og Sands kommuna hava, sum er, ávíst samstarv, t.d. innan barnaverndarøkið.

Bæði Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, síggja nógvar aðrar aðrar møguleikar fyri samstarvi millum kommunurnar eftir at Sandoyartunnilin letur upp.

Ein umrøddur møguleiki er samstarv á skúlaøkinum, tí kommunurnar báðar hava nógv at bjóða næmingunum hjá hvør øðrum.

Á myndini eru Marnar Højsted, kommunustjóri í Sands kommunu, Heini Østerø, leiðari fyri Tórshavnar Sløkkilið, Heri Sverrason, borgarstjóri, Sands kommuna, Heðin Mortensen, borgarstjóri Tórshavnar kommuna

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More