Útflutningurin av fiskavørum vaksin 556 milliónir krónur

Hvar eru pengarnir: Lækkandi innflutningur - og hækkandi útflutningur skuldi givið meir pening í samfelagnum. Hvar eru pengarnir ?

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 10 måneder ago
Updated 2023/11/17 at 9:20 PM
Mynd: 24.FO tilvildarlig savnsmynd

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 8,9 milliardir krónur. Tað eru 556 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Útflutningurin fyrstu níggju mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 9,5 milliardir krónur. Hetta eru 403 millión krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022. 

Størsti vøksturin sæst í bólkunum “Slógv og fiskaúrdráttir” og “Annar fiskur”. Bólkurin “Annar fiskur” fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. 

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 192 milliónir krónur, ella 5 prosent. Nøgdin er minkað 6.669 tons, ella 13 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 256 milliónir krónur, ella ávikavist 22 prosent, 8 prosent og 17 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini.m Les meira her: hagstovan .

Innflutningsvirðið, uttan skip og flogfør, minkað við 240 milliónum krónum

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,7 milliardir krónur.

Innflutningurin fyri fyrstu níggju mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,7 milliardir krónur. Hetta er seks prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum. 

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.405,1 milliónir krónur fyrstu níggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 301,4 milliónir krónur, ella 17,7 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum “rávøra til fiskavirking” (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 153,2 milliónir krónur meira, sum er 26,8 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 148 milliónir krónur, ella 25 prosent.

Les meira her: Hagstovan

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *