Barnafamiljurnar eru sera skerdar, nú tað stunda til jólar. Høgt rentustøði og høgir prísir á gerandisvørum og olju, ger at gerandisdagurin er vorðin munandi dýrari seinastu tíðina.
Jólini krevja vanliga nógv av fíggjarstøðuni hjá familjuni, og verandi prísstøði leggur bara stein oman á byrðu.
Tí fegnast minnilutin í Klaksvíkar Býráð um, at býráðið einmælt tekur undir við uppskoti okkara um at foreldur at børnum, ið ganga í dagstovn ella frítíðarskúla, ikki skulu gjalda fyri november og desmber í ár. Tað vil siga, at onki foreldur skal gjalda fyri pláss seinast í november og seinast í desmeber í ár.
Inntøkurnar hjá kommununi hava enn einferð sett met, og vit kunnu fegnast um, at kommunan hevur fingið góðar 11,5 mió. kr. í meirinntøkum higartil í ár og bert fyri oktobur var meirinntøkan góðar 1,5 mió. kr.. Tí er tað upplagt, at peningurin verður brúktur til ein munagóðan lætta hjá barnafamiljuni beinanvegin.
Jólini skulu snúgva seg um hugna, samanhald, gleði og familjuna.
Okkara vón er, at ein slíkur fíggjarligur lætti kann økja um trivnaðin og geva barnafamiljuni eitt frírúm nú jólahøgtíðin nærkast.
Jógvan Skorheim
Signhild V. Johannesen
Tummas Lervig
Annika Steintórsdóttir