Home Fólk og Samfelag Hermann Mortensen trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hermann Mortensen trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu

by Lagt út ÓML

Tórshavnar býráð hevur í dag 1 februar tikið avgerð um at seta Hermann Mortensen í starvið sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tað komu 7 umsóknir til starvið.

Hermann Mortensen er 48 ára gamal. Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir innan trivnaðarøkið, m.a. sum trivnaðarstjóri í Almannaverkinum. 

Trivnaðarfyrisitingin í Tórshavnar kommunu fevnir í høvuðsheitum um dagstovnaøkið, skúlaøkið, barnavernd, mentan og ítrótt.

Kelda og mynd: torshavn.fo

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More