Minnist til at vísa góðan atburð á netinum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/06/27 at 7:01 PM

Føroya Politi og Dátueftirlitið uppliva tíðum, at tónin á netinum er í so harður og atburðurin í so ljótur.

Fyri at fyribyrgja lógarbrot og sum fortalarar fyri góðum atburði og góða tónanum á netinum vilja Føroya Politi og Dátueftirlitið minna á, at tað er týdningarmikið at hava fyrilit fyri øðrum og vísa sama góða atburð á netinum, sum vit leggja okkum eftir í vanliga lívinum.

Føroya Politi fær av og á fráboðanir um hóttanir á netinum og vil minna borgarar á at vanda sær um málið og ikki at missa tamarhaldið, tá ið sitið verður við skíggjan.

Á Dátueftirlitinum koma javnan fráboðanir frá borgarum, ið kenna seg útstillaðar ella ærumeiddar vegna óynsktar myndir á netinum.

Føroya Politi og Dátueftirlitið vilja við hesum minna á, at dátuverndarlóg og revsilóg eru eisini galdandi, tá tú ferðast á netinum. Vit heita á øll um at hava ein góðan og siðiligan atburð – eisini á netinum. 

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *