Home Fólk og Samfelag Hanna Jensen aftur í rektarastarv

Hanna Jensen aftur í rektarastarv

by Lagt út ÓML

Í kvøld visti KVF – Dagur & Vika at siga frá, at Hanna Jensen fer úr Føroya Løgting í summar. Tann 1 august fer hon aftur í rektarastarvið á Miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Næstur á listanum hjá Framsókn er Árni M. Dam. Sostatt kann roknast við, at hann aftur tekur sæti á Føroya Løgting 1 august 2023.

Politiska lívsleiðin:

Her er brot úr grien á 24.fo 12 apríl 2022

Árni hevur í fleiri ár verið virkin í bygdaráðnum í Sunda kommunu. Hann var í Sunda Kommunu í 16 ár, harav Borgarstjóri í eitt valskeið og varaborgarstjóri í eitt.

Hann sigur at hetta var ein sera áhugaverd tí, Tey bygdu stóran dagstovn og var hetta arbeiði gjørt í tøttum samstarvið við starvsfólkini innan barnaansingina. Eisini valdu tey at gera stóru vinnuligu útstykkingina norðanfyri brúnna. Hetta er í dag ein kraftmiðdepil í økinum við fleiri handlum, matstovu og læknamiðstøð. Hetta má sigast at hava veri ein sera visioner ætlan sum hevur ment hetta økið munandi. Eisini bleiv vegurin suður til Rækjuvirki gjørdur í hesum tíðarskeiðinum.

Politiska framtíðin

Fiskivinnan hevur mín stóra áhuga og her er neyðugt at, vit fáa fleiri rættindi til tann partin av flotanum sum hevur tað trupult, partrolarar og húkaflotan.

Eg ynski at vit føra ein politikk har haldførið í búskapinum gerst betri og máli er sjálvsagt, at fáa ein sjálvberðandi búskap.

Við høgari inflatión og hækkandi rentu skulu vit frá politiskari síðu stuðla teimum sum hava tað truplast. Eisini mugu vit fáa munandi fleiri bústaðir, bústaðartrotið má loysast. Eg ynski veruliga at vit hava eitt vælferðarsamfelag fyri øll, sigur hann at enda í viðtælu við 24fo.news.

Um Árni M. Dam

61 ára gamal. Tók skiparaprógv á Sjómansskúlanum í 1981 og Hægri Handilsskúla á Kambsdali í 1992. Er giftur og eiga tey 2 børn.

Mín størsti áhugi hevur altíð verið og er – føroysk fiskivinna og samfelagsviðurskifti.

You may also like