Home Fólk og Frítíð Dansifrøi handaðu gávu og minnisskelti

Dansifrøi handaðu gávu og minnisskelti

by Lagt út ÓML

Tað var gamla bygginevndin hjá Dansifrøi, sum vildi handa hesa áminning fyri tað einastandandi samstarv, sum bygginevndin hevur havt við Tórshavnar kommunu. Dansifrøi varð stovnað í 1972 um tað mundið, verandi borgarstjóri varð valdur í býráðið.

Tað vóru teir tríggir, Høgni, Andreas og Erling, sum eftir aðalfundin hjá Dansifrøi í 2022 fóru í gongd at útvega øki til felagshús og dansihøll til Dansifrøi. Kommunan hevur verið viðspælari allan vegin.

Í gjár varð so ein áminning handað umsitingini og borgarstjóranum, sum tøkk fyri gott samstarv – talan er um eitt 50 ára skelti.

Umframt hetta handaði formaðurin eina gávu frá øllum limunum í Dansifrøi til borgarstjóran sjálvan. Tað er hetta dansandi parið, sum sambært formanninum skuldi ímynda borgarstjóran sjálvan og konuna Hjørdis.

Kelda & mynd: torshavn.fo 22-11-2022

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More