Home Fólk og Samfelag Fleiri hava høgt skuldarlutfall

Fleiri hava høgt skuldarlutfall

by Lagt út ÓML

8,9% av øllum føroysku húskjunum skyldaðu í 2023 meira enn 3 ferðir sína árliga bruttoinntøku. Í 2022 vóru tey 7,5%.  Hetta skrivar Landsbankin.

Meginparturin av skuldini hjá føroysku húsarhaldini er skuld til bústaðarlán. Føroysku húsarhaldini høvdu bústaðarlán fyri 13,2 mia. kr. tilsamans í mai 2024. Bústaðarlánini í føroysku bankunum vóru nærum 9,7 mia. kr. og eru økt 13% tað seinasta árið, ímeðan donsku realkredittlánini vóru góðar 3,5 mia. kr.; tey eru minkaði við 7,5% í mun til mai 2023.

Summi húskir eru serliga viðkvom yvirfyri rentuhækkingum. Tað eru húskir við høgum skuldarlutfalli, ið hava sethúsalán við broytiligari rentu og/ella hava sethúsalán uttan avdráttir. Húskir við slíkum sethúsalánum hava í størri mun skulað nýtt ein øktan part av síni tøku inntøku til rentuútreiðslur í hesum tíðarskeiðinum meðan renturnar eru øktar. Í mai 2024 var 89,5% av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum við broytiligari rentu og nærum 4% uttan avdráttir.

Í 2023 vóru umleið 300 fleiri húskir í Føroyum, enn í 2022. Verður bert hugt at teimum húsarhaldum, sum hava skuld omanfyri 2 mió. kr. og skylda meir enn 3 ferðir sína ársinntøku, eru tey vorðin 200 fleiri í 2023, enn í 2022.

Burturav hesum 200, vóru tað 100 fleiri húskir í 2023 í mun til í 2022, sum skyldaðu millum 3 og 4 ferðir inntøkuna, 30 fleiri sum skyldaðu millum 4 og 5 ferðir inntøkuna og 70 fleiri, sum skyldaðu omanfyri 5 ferðir inntøkuna. Sí mynd 1.

Á mynd 2 sæst, tað er í teimum hægru skuldarlutføllunum, at skuldin hjá føroysku húskjunum er økt í 2023 samanborið við 2022.

Húsarhaldini læntu sostatt meira í 2023 samborið við sína inntøku, enn tey gjørdu í 2022, hóast rentustøðið er økt. Økta rentustøðið ger, at húsarhaldini í dag noyðast at nýta ein størri part av síni tøku inntøku uppá rentuútreiðslur, enn áðrenn rentan byrjaði at hækka í 2022.

Mynd 1 Skuldarlutfall

Mynd 2. Bruttoskuld 

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið frá mai 2024 her.

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More