Í morgun hava Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóveldi skriva undir samgonguskjal og tú kanst lesa samgonguskjalið her.
Contents
Í morgun hava Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóveldi skriva undir samgonguskjal og tú kanst lesa samgonguskjalið her.Saman eru vit sterk Bústaðartrot og ógvusligar príshækkingar leggja stórt trýst á gerandisdagin hjá fólki.Vantandi búskaparstýring og broytt aldurssamanseting hava við sær, at vit ikki hava ein haldføran búskap.Men vit hava góðar møguleikar at gera nakað við hesar avbjóðingar.Vit teljast millum heimsins ríkastu lond. Vit liggja í einum av heimsins størstu matkovum. Vit eru ríkað viðdugnaligum vinnulívs- og verkafólki. Vit hava fjølbroyttar privatar fyritøkur og sterkar almennar stovnar. Vit eigagrønar og varandi orkukeldur. Vit verða kveikt av djørvum og nýskapandi mentafólkum og listafólkum. Vit havastóran fólkavøksstur og lítlum kriminalitet. Vit eiga ein sterkan samleika við grundfestum virðum og nógvumskipaðum frítíðarvirksemi. Og ikki minst eru vit signað við blómandi ungdómi og nærleika millum fólk.Hetta gevur okkum allar møguleikar at taka við avbjóðingunum. Tað gevur okkum fyrimunir, sum vit eiga atsameina, so vit í felag skapa eitt enn ríkari, enn javnari, enn tryggari og enn meira sjálvbjargið samfelag. Tí samaneru vit sterk.Tí eru høvuðsmálini greið:
Saman eru vit sterk
Heimurin stendur í løtuni við stórum avbjóðingum. Føroyar er einki undantak. Kríggj valdar í Evropa og tekur lív og framtíð frá fólki. Fólkaræði, frælsi og samhaldsfesti eru undir trýsti í stórum pørtum av heiminum.
Veðurlagsbroytingar og náttúruoyðing krevja grøna orku og náttúruverju. Stóra náttúruríkidømið savnast á alsamt færri hondum.
Bústaðartrot og ógvusligar príshækkingar leggja stórt trýst á gerandisdagin hjá fólki.Vantandi búskaparstýring og broytt aldurssamanseting hava við sær, at vit ikki hava ein haldføran búskap.Men vit hava góðar møguleikar at gera nakað við hesar avbjóðingar.
Vit teljast millum heimsins ríkastu lond. Vit liggja í einum av heimsins størstu matkovum. Vit eru ríkað viðdugnaligum vinnulívs- og verkafólki. Vit hava fjølbroyttar privatar fyritøkur og sterkar almennar stovnar. Vit eigagrønar og varandi orkukeldur. Vit verða kveikt av djørvum og nýskapandi mentafólkum og listafólkum. Vit havastóran fólkavøksstur og lítlum kriminalitet. Vit eiga ein sterkan samleika við grundfestum virðum og nógvumskipaðum frítíðarvirksemi. Og ikki minst eru vit signað við blómandi ungdómi og nærleika millum fólk.Hetta gevur okkum allar møguleikar at taka við avbjóðingunum. Tað gevur okkum fyrimunir, sum vit eiga atsameina, so vit í felag skapa eitt enn ríkari, enn javnari, enn tryggari og enn meira sjálvbjargið samfelag. Tí samaneru vit sterk.
Tí eru høvuðsmálini greið:
- Vit vilja tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap fyri okkum og komandi ættarlið, venda halli til avlop í almennu fíggjarstýringini, og hvørt ár røkka nærri málunum fyri langtíðarhaldførinum í búskapinum.
- Vit vilja tryggja vælferðartænasturnar og eina burðardygga langtíðarfígging, skapa betri tænastu til fólk og lyfta lønirnar, útbúgvingarnar og arbeiðsumstøðurnar í vælferðarstørvum.
- Vit vilja lætta um gerandisdagin hjá løntakarum og familjum við skatta- og avgjaldslættum, styttri arbeiðsviku og ítøkiligari hjálp til sperdar familjur.
- Vit vilja tryggja møguleikarnar at seta búgv fyri ein rímiligan penga í øllum landinum.
- Vit vilja tryggja grøna orkuskiftið, náttúruvernd og burðardygd í øllum samfelagnum, har tað verður fíggjarliga gjørligt hjá øllum at vera við uttan mun til inntøku. Og vit leggja dent á at virðisøkja og virða okkara egna tilfeingi við heilsugóðum dygdarvørum og burðardyggari framleiðslu.
- Vit vilja styrkja kappingarførið hjá øllum vinnum. Hetta verður m.a. gjørt við fleiri fríhandilsavtalum og tileggjan til kapping. Vit vilja styrkja kappingarførið hjá vinnuni um arbeiðsmegina við at minka um skatta- og avgjaldstrýstið og økja um arbeiðsútboðið, samstundis sum serliga virðið á atgongdini til okkara náttúrutilfeingi kemur øllum samfelagnum til góða við eini javnari fígging og uppsparing í Búskapargrunni Føroya.
- Vit vilja taka størri ábyrgd í heiminum og hava okkara egnu rødd og avgerð í altjóða samstarvi.
- Vit vilja skapa betri útbúgvingarmøguleikar, økta gransking og lyfta mentan, list og mál á øllum økjum.
- Vit vilja skapa eitt samfelag við frælsri, javnrætti, rættartrygd og javnsettum møguleikum.