Home Fólk og Frítíð Hakin settur í fyri Føroya Arena

Hakin settur í fyri Føroya Arena

by Lagt út ÓML
Føroya Arena

Í morgun varð hakin settur í fyri Føroya Arena við nýggja innkomuvegin til Havnar. Sáttmáli varð undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Articon um byggingina tann 29. september, og eftir ætlan skal høllin standa klár í 2025.

Talan er um ein heildararbeiðstøkusáttmála millum sjálvsognarstovnin Føroya Arena og Articon um bygging av eini stórhøll fyri 243 milliónir krónur. Høllin hevur eina grundvídd uppá 4.600 fermetrar, er í trimum hæddum við eini samlaðari gólvvídd uppá 8.350 fermetrar.

Føroya Arena verður bygd við Stórutjørn uppi í Hoyvík og er sostatt geografiskt mitt í landinum. Høllin er við Ringvegin, sum knýtir saman nýggja innkomuvegin til Havnar frá Eysturoyartunlinum við høvuðsstaðarøkið og innkomuvegin frá Sandoyartunlinum.

Sostatt fara útivið 90% av øllum føroyingum í 2023 at hava góða atkomu til stórhøllina. Høllin skal hýsa stórum ítróttartiltøkum, konsertum, ráðstevnum, og mentanartiltøkum av alskyns slag – og ikki minst ein vøll, sum hevur altjóða góðkenning til at vera heimavøllur hjá einum stórum parti av innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Føroya Arena er skipað sum ein sjálvsognarstovnur og nevndin er mannað av umboðum fyri Tórshavnar kommunu, Visit Faroe Islands, Ítróttarsamband Føroya og Vinnuhúsið. Í nevndini eru Heðin Mortensen, formaður, Guðrið Højgaard, næstformaður, Annika Olsen, Elin Heðinsdóttir Joensen og Bergur Poulsen.

Bygginevndin er mannað av Trónda Sigurdsson, Tummasi Justinussen og Niels Mortensen. Jógvan Emil Nielsen er samskipari og skrivari hjá báðum nevndunum.

Tróndur Sigurdsson, formaður í teknisku nevnd, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, loystu fyrstu fløgini.

Frá vinstru: Evy J. Jacobsen, Jógvan Emil Nielsen, Sjúrður Skaale, Jón Sigurdsson, Tummas Justinussen, Aslaug Gisladóttir, Niels Mortensen, Heðin Mortensen, Elin H. Joensen, Bergur Poulsen, Guðrið Højgaard og Tróndur Sigurdsson.

Teir báðir fólkatingsmennirnir saman við boargarstjóranum.

Kelda & myndir til greinina eru frá torshavn.fo 22-12-2022

You may also like

Leave a Comment