Home VinnaVinna & Samfelag BTÚ í føstum prísum: Størri vøkstur enn í grannalondunum

BTÚ í føstum prísum: Størri vøkstur enn í grannalondunum

by Lagt út ÓML

Høvuðstølini í tjóðarroknskapinum eru á fyrsta sinni gjørd upp í føstum prísum. Tað ber sostatt til at máta realvøksturin í føroyska búskapinum og sammeta hann við gongdina í búskapin í øðrum londum frá 2009 fram til 2021.

Nú bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til hvussu prísgongdin er. Mátið fyri realan búskaparvøkstur er árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum.

Reali búskaparvøksturin var 5,6 prosent í 2021 og 2,6 prosent í miðal frá 2008 til 2021.

Stórur búskaparvøkstur eftir fíggjarkreppuna

Eins og í fleiri øðrum londum var føroyski búskapurin fyri realari afturgongd í 2009 og 2010.

Í 2011 vendist afturgongdin til stóra framgongd. Árligi realvøksturin var millum sløk fýra og sjey prosent fram til 2014. Búskaparvøksturin var linari árini 2015 og 2016, tá realvøksturin í BTÚ lá um eitt og hálvt annað prosent. 

Í 2017 og 2018 var árligi búskaparvøksturin millum hálvt triðja og hálvt fjórða prosent. Stórur búskaparvøkstur var aftur at síggja í 2019. Tá var realvøksturin fimm prosent. 

Koronufarsóttin ávirkaði árið 2020, tá búskapurin var fyri afturgongd, men hann fótaði sær í 2021. Les meira her

Kelda & mynd inni í grein Hagstovan 28 feb 2023. Forsíðu mynd 24.fo

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More