Hugnaløta fyri sjálvbodnum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2024/04/18 at 11:05 AM

Í gjárkvøldið skipaði Tórshavnar kommuna fyri hugnaløtu fyri sjálvbodnum í Tórshavnar kommunu.

Í røðu sínari vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri, á, at tey sjálvbodnu hava stóran týdning fyri borgarar í Tórshavnar kommunu. Her er brot úr røðuni hjá borgarstjóranum:

“Tit eru virðismikil fyri Tórshavnar kommunu og borgarar í kommununi. Tí vilja vit eisini vísa okkara takksemi við hesi hugnaløtuni í kvøld.

At verða sjálvboðin er so nógv. Tað kann vera at fara at vitja onkran, at spáka ein túr, fara ein biltúr, ein súkklutúr, lesa fyri fólki. Ja, ella bara sita í frið og náðum og njóta ein kaffimunn saman.

Tað er bara ein spurningur um hugflog.

Men tað, sum er umráðandi er, at vera til staðar í løtuni.

Nógv av arbeiðinum er skipað gjøgnum Reyða Kross, sum ger eitt stórt arbeiði. Einir 40 vitjanarvinir eru gjøgnum Reyða Kross. Men vitjanarvinir eru eisini tit, sum av tykkara eintingum kom at vitja á røktarheimum og sambýlum, tí tit hava havt avvarðandi, sum hava búð á stovnunum. Tit eru komin at kenna onnur á deildini, og tí halda tit fram at vitja. Tað eru vit eisini ómetaliga glað fyri.

At veita eina hjálpandi hond hevur stóran týdning. Gjøgnum øldir er føroyska samfelagið bygt við at vit hjálpa hvør øðrum. Ongin bygd ella býur høvdu verið til, um fólk ikki stóðu saman.

Og eitt gott grannalag er eisini har, ið grannar trívast. Hjálpa hvør øðrum, fáa sær ein kaffimunn og prát.

Eitt gott samfelag er har, ið vit hjálpa hvør øðrum – eru sjálvboðin.”

a group of people in a room

a group of people sitting at a table

a man in a suit holding a stack of money

a woman standing in front of a group of people

a person in a purple shirt

a couple of women smiling

Kelda & myndir: torshavn.fo

Share this Article