Dómur í sjálvsama stórum hashmáli

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2024/04/16 at 10:55 PM
Mynd: Føroya Rættur

Ein samdur dómsmansrættur í Føroya Rætti dømdi í gjár tveir mans ávikavist 2 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing og 2 ár og 7 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað uml. 50 kg av hashi til Føroyar. Ein triði maður var eisini ákærdur í málinum, men hann bleiv fríkendur fyri at hava verið við til smuglingina.

Í august í fjør vóru tríggir mans handtiknir og varðhaldsfongslaðir í sambandi við, at politiið fyrst í juli kom fram á knapt 30 kg av hashi á einum bústaði í Havn.

Tveir mans – tveir føroyingar – vóru handtiknir fyrst í august, meðan tann triði – ein litavi – var handtikin mitt í august. Kanningararbeiðið hjá politinum vísti, at hashið var partur av eini størri nøgd uppá 50 kg, sum var komið til Føroyar í mai mánað.

Politiið hevði illgruna um, at føroyingarnir m.a. høvdu verið við til innsmuglingina, og at teir stóðu fyri søluni av hashinum í Føroyum. Illgruni var eisini um, at litaviski maðurin umframt at koma til Føroya eftir pengum frá sølu av hashinum, eisini var partur netverkinum aftanfyri smuglingina. Tað kom fram undir kanningararbeiðnum, at tá litavin var í Føroyum síðst í juli mánaði eftir pengum, hevði hann frælsistikið, hótt og framt harðskap móti øðrum føroyinginum. Politiið hevði illgruna um, at hetta var tí, at litavin og aðrir bakmenn vildu finna hashið, sum teir hildu, at føroyingarnir høvdu stolið.

Menninir blivu allir dømdir í Føroya Rætti í dag.

Annar føroyingurin fekk 2 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, meðan hin fekk 2 ár og 7 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Rætturin legði millum annað dent á, at tann, sum fekk 2 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, hevði játtað seg sekan og hevði hjálpt politinum í kanningararbeiðnum. Føroya Rættur metti ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at litavin hevði lut í innsmuglingini og søluni av hashinum. Hann bleiv tí fríkendur fyri ta ákæruna. Hann fekk tó 4 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap, hóttanir og frælsistøku.

Afturat fongsulsrevsingini konfiskeraði rætturin tveir bilar, sum føroyingarnir høvdu keypt fyri pengar frá sølu av hashi, umframt 200.000 kr sum var mettur vinningur fyri sølu av hashi.

Litavin var útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í 3 ár.

Málið kann kærast innanfyri 14 dagar.

Menninir vóru allir varðhaldsfongslaðir eftir dóm og sita í fyrstu syftu varðhaldsfongslaðir, til støða er tikin til spurningin um kæru.

50 kg er ein sjálvsama stór nøgd av hashi og er tann størsta einstaka nøgdin av hashi, sum dómur er fallin um í Føroya Rætti. Virðið á gøtuni av slíkari nøgd er uml. 12.500.000-15.000.000 kr.

Dom i usædvanlig stor hashsag

En enig domsmandsret har i Færøernes Ret i går idømt to mænd henholdsvis 2 år og 3 måneder ubetinget fængselsstraf og 2 år og 7 måneder ubetinget fængselsstraf for at have indsmuglet ca. 50 kg af hash til Færøerne. En tredjemand blev også tiltalt i sagen, men han blev frifundet for at have været involveret i indsmuglingen.

I august sidste år blev tre mænd anholdte og varetægtsfængslede i forbindelse med at politiet i starten af juli fandt frem til knap 30 kg hash på en bopæl i Tórshavn.

To mænd – to færinger – blev anholdt i starten af august, mens den tredje – en litauer – blev anholdt midt i august. Politiets efterforskning viste, at hashen var del af en større mængde på 50 kg, som var kommet til Færøerne i maj måned.

Politiet havde mistanke om, at færingerne blandt andet havde været involveret i indsmuglingen, og at de stod bag salget af hashen på Færøerne. Der var også mistanke om, at den litauiske mand, ud over at komme til Færøerne for at hente pengene fra salg af hashen, også var del af netværket bag indsmuglingen. Under efterforskningen blev fundet frem til, at når litaueren var på Færøerne ved udgangen af juli måned og hentede pengene, havde han frihedsberøvet, truet og begået vold mod den ene af færingerne. Politiet have mistanke om, at dette var på grund af, at litaueren og andre bagmænd ønskede at finde hashen, som de troede, at færingerne havde stjålet.

Alle mændene blev dømt i Færøernes Ret i dag.

En af færingerne fik 2 år og 3 måneder ubetinget fængselsstraf, mens den anden fik 2 år og 7 måneder ubetinget fængselsstraf. Retten lagde blandt andet vægt på, at den, som fik 2 år og 3 måneder ubetinget fængselsstraf, havde erkendt sig skyldig og havde hjulpet politiet i efterforskningen. Færøernes Ret vurderede ikke, at anklagemyndigheden havde bevist, at litaueren havde deltaget i indsmuglingen og salget af hashen. Han blev derfor frifundet for denne tiltale. Han fik dog 4 måneders ubetinget fængselsstraf for vold, trusler og frihedsberøvelse.

Ud over fængselsstraffen konfiskerede retten to biler, som færingerne havde købt for penge fra salget af hashen, og 200.000 kr. som blev vurderet vinding for salg af hash.

Litauen blev udvist fra Færøerne med indrejseforbud i 3 år.

Sagen kan ankes indenfor 14 dage.

Mændene blev alle varetægtsfængslet efter dom og sidder i første omgang varetægtsfængslet, indtil der er taget stilling til spørgsmålet om anke.

50 kg er en usædvanlig stor mængde av hash og er den største enkelte mængde af hash, som dom er afsagt om i Færøernes Ret. Værdien på gaden af sådan mængde ligger omkring ca. 12.500.000-15.000.000 kr.

Kelda:politi.fo

Share this Article