Home Fólk og Samfelag Nóllywood 2023 – filmsummarskúli fyri ung

Nóllywood 2023 – filmsummarskúli fyri ung

by Lagt út ÓML

Ert tú millum 14 og 18 ár, og vilt tú læra at gera film? So mást tú tekna teg til Nóllywood, sum er árligi summarskúlin fyri ung, sum eru áhugað í filmi.

Nóllywood 2023 verður 1.-5. august í Fólkaháskúla Føroya.

Tekna teg við at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo við hesum upplýsingum:

  • navn
  • føðingardagur
  • teldupostur
  • telefonnummar
  • nøvn og telefonnummur hjá foreldrum ella verja

Harumframt verður tú biðin um at skriva í teldupostinum, hví tú vilt læra at gera film, og um tú hevur nakrar royndir við filmsframleiðslu. Royndir eru tó als ikki eitt krav.

Hevur tú spurningar, ber til at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo.

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More