Team Rynkeby segði farvæl

Myndir frá Torshavnar kommunu tá Team Rynkeby segði forvæl.

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/07/11 at 7:04 AM

Tað er vorðin ein stórhending, hvørjaferð Team Rynkeby sigur farvæl, áðrenn farið verður umborð á Norrønu og víðari til París. Hópur av fólk var samankomið á Vaglinum í gjárkvøldið.

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og virkandi borgarstjóri, tók ímóti á Vaglinum í gjárkvøldið. Hann beyð øllum vælkomnum, súkklarum, familjum, vinum og kenningum.

– Vit eru eftirhondini von við at síggja hesi gulu snarljósini eftir vegunum, og tað gongur ikki dagur, at ikki okkurt felag, sum varar av hjarta- og krabbasjúkum og øðrum lívshættisligum sjúkum, ikki rósir tykkum til skýggja.

– Millum hesi teljast Krabbameinsfelagið, Berin, Sinnisbati og Hjartabarnið, umframt Børnecancerfonden.

– Fleiri av tiltøkum tykkara eru einastandandi dømi um uppáfinnsemi, og eitt prógv um, hvussu stóra vælvild tit møta gerandisdegnum.

– Og gott er at síggja, at tit royna at ferðast um stóran part av landinum, og at tit allastaðni møta vælvild frá bæði felagsskapum og einstaklingum.

– Persónliga er Team Rynkeby ein fráboðan um summar og sól. Tá súkklararnir ofta koma oman av Velbastaðhálsi og súkkla heim móti Kirkjubø, súkkla teir framvið haganum, sum eg dagliga røkti.

– Tá hugsi eg mangan – ná, nú eru tey gulu komin út á vegirnar, NÚ kemur summarið.

– Peningurin, sum Team Rynkeby savnar inn, verður latin til børn við hættisligum sjúkum og familjum teirra. Eitt vakurt endamál, sum vit øll taka undir við og stuðla.

– Og tað er altso imponerandi at síggja tølini fyri árið í fjør: 2.026 súkklarar, 4.500 stuðlar og ikki minni enn 77,9 miljónir eru handaðar felagsskapum fyri børn við hættisligum sjúkum.

– Eg skal tí takka tykkum øllum hjartaliga fyri tykkara stóra innsats. Ikki bara, tí tit savna pening til eitt fantastiskt endamál, men tí tit eisini eggja øðrum til at gera ein innsats.

– Súkkling er eitt gott endamál í sjálvum sær. Súkkling er góð fyri heilsuna – serliga um vit læra at hátta okkum í ferðsluni, uttan at bróta okkum sundur.

– Tit eiga rós uppiborið fyri at duga at hátta tykkum í ferðsluni, tit hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri trygdina.

– Samstundis sum vit takka tykkum fyri tykkara stóra innsats, so fara vit at ynskja tykkum øllum somlum eina góða, spennandi og ikki minst trygga ferð.

– Tit síggja út til at vera væl fyri, og tit skulu bara vita, at vit stuðla tykkum allan samlan vegin! Góða ferð og takk fyri tykkara innsats, segði Annfinn Brekkstein at enda, áðrenn hurrárópini geltu millum veggja á Vaglinum.

a large group of people gathered in a street

a man in a suit talking to a man in a suit

a group of people holding a banner

a group of people posing for a photo

a man speaking into a microphone

a person in a yellow vest holding a gun and a paper

a group of people in yellow vests standing on a street

a group of people on bikes

a group of men wearing race cars

a group of people wearing yellow jackets

a group of people standing next to a road with bikes

Kelda & myndir: torshavn.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *