Útboð av grundøki omanfyri Argjahamar til bygging av vinnuhølum og íbúðum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/07/02 at 11:41 PM

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli 256 omanfyri Argjahamar til sølu til bygging av íbúðum og høli til vinnuvirksemi.

Freistin at lata inn tilboð uppá lendið er 25. september 2023 klokkan 12.

Tórshavnar kommuna hevur ment eina heildarætlan fyri part av matrikkul 256 oman fyri Argjahamar og í vár beyð Tórshavnar kommuna fyrsta økið út til bygging av íbúðarhúsum. Nú verður farið undir at bjóða næsta økið út. Lendið, ið verður boðið út, er øki 4, ið er á leið 6.708 m2 til støddar.

Lendið omanfyri Argjahamar er flokkað sum eitt øki, ið hóskar væl til býarvøkstur. Økið er í kommunuætlanini lagt av til framtíðar býarvøkstur saman við økinum við Stórutjørn. Heildarætlanin fyri Stórutjørn er í gerð, og tíðin er nú eisini búgvin til at taka økið á Argjahamri í nýtslu til býarmenning.

Heildarætlanin fyri Argjahamar fevnir um matrikkul 256, ið er 132.000 m2 til støddar. Útbodna økið er partur av hesum matrikkli. Lendið liggur omanfyri bústaðarøkið Klingurstjørn, Skúlan á Argjahamri, Dagstovnin á Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri. Tað er týdningarmikið sambært heildarætlanini, at økið kemur at umboða ein breiðan málbólk í samfelagnum við ymiskum bústaðarsløgum, bústaðarstøddum og eigaraviðurskiftum. Heildarætlanin leggur harafturat upp til útvent virksemi, so sum einstaklingavirkir, smásølu og tænastur innan heilsuøkið.

Nakað av lendinum verður boðið út til privatar arbeiðstakarar at menna, og nakað verður boðið út sum kommunalar útstykkingar. Samlaða økið verður skipað í 7 bústaðarøki. Mett verður, at tá øll økini í heildarætlanini eru bygd, verður pláss fyri umleið 500 fólkum, ið svarar til eina hækking á 20% av verandi fólkatalinum á Argjum.

Yvirskipað fyri byggingina í øki 4 er at fáa eina bygging við í mesta lagi fýra hæddum, har vinnuligt virksemi skal gerast í niðaru hæddunum og íbúðum í erva.

plan

Samlaða útboðstilfarið sært tú her:

Útboð av grundøki omanfyri Argjahamar – útboðstilfar

Tilgongdin er soleiðis háttað, at tilboðsgevarar lata kommununi:

  • Váttan frá peningastovni um tøka fígging til keyp av lendi
  • Neyva frágreiðing um verkætlanina
  • Frágreiðing um toymið, sum bjóðar

Tilboðini skulu latast inn á kommunala útboðsportalinum í seinasta lagi 25. september 2023 klokkan 12.

Fyri at kunnu lata tilboð inn á útboðsportalinum, má tilboðsgevi vera skrásettur brúkari. Tað er ókeypis at skráseta seg sum brúkara. Frameftir gongur øll kunning og samskifti fyri seg á útboðsportalinum.

Útboðsportalurin (utbod.torshavn.fo)

Keld & mynd: torshavn.fo

Share this Article