Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Útróðrarbáturin BRAGD seldur til felag í Tórshavn

Útróðrarbáturin BRAGD seldur til felag í Tórshavn

by Lagt út ÓML

Tað er landingarmiðstøðin BARÐIÐ ið hevur keypt útróðrarbátin BRAGD úr Klaksvík.

Báturin skal driftast úr Klaksvík, har er bæði skúrur, egnara og frystarí. Heimstaðurin verður framvegis Klaksvík so KG fer framvegis at standa á bógnum, hetta sigur Hálvdan Gudmundsen, nevndarformaður í P/F BARÐIÐ

BRAGD hevur landa hjá okkum í gott eitt ár og landa teir ókruvdan fisk. Fiskurin verður seldur á Fiskamarknaðinum. Partar av manningini verða framvegis úr Klaksvík.  Tað verður Elmar Rubeksen ið verður skipari. Sigur Hálvdan Gudmundsen at enda í stuttari viðmerking við 24FO.NEWS.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More