Hvar gongur markið millum journalistiska upplýsing og lokabrøgd?

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 måneder ago
Updated 2024/01/05 at 1:23 AM

Ótrúligt at vera vitni til eina so einsporaða lýsing av tí, sum journalisturin í Degi og Viku í kvøld kallaði samhaldsfasta gjalding av tunlunum í Føroyum.

Í Degi og Viku í kvøld, hóskvøldið 4. januar 2024, vóru vit vitni til eina ógvuliga einsporaða lýsing av, hvussu føroyingar á ein samhaldsfastan hátt kunnu rinda fyri tunlarnar her á landi.

Í studio vóru ein fyrrverandi politikari við heimstaði í Tórshavn saman við formanninum í nevndini fyri Tunnilsfelagið, sum báðir høvdu júst somu meining um málið, sum journalisturin hevði lagt upp til við sínari intro um samhaldsfesti.

Har varð einki sagt um, hvussu tey umleið 40% av borgarunum, sum hava bústað í høvuðsstaðnum, skulu luttaka samhaldsfast í hesi risa stóru rokning, sum allir tunlarnir í landinum er.

Ikki eitt orð varð grett um, at hesir borgarar búgva har, sum nógv tær flestu almennu tænasturnar eru, og tí hevur hesin lítli helmingurin av Føroya fólki als ikki tørv á at brúka tunlarnar í sama mun sum vit, ið búgva kring landið. Tey sleppa tí undan hesum tvungna samhaldsfestinum, sum journalisturin í kvøld advokeraði fyri í KvF.

Sannleikin er, at eitt tunnilsgjald verður ongantíð samhaldsfast, tí tað verða altíð tey, sum liggja longst frá høvustaðnum, sum koma at gjalda mest. Tí mugu aðrar loysnir finnast, har øll 100% av borgarum landsins gjalda við – annars er ikki talan um samhaldsfesti!

Eg fegnist um, at tað onki fer at kosta at koyra gjøgnum nýggja tunnlinum til ella frá Dali. Tunnilin hava vit øll goldið gjøgnum skattin, og hóast eg kanska bert brúki hann eina ferð um árið, so havi eg goldið eins nógv og tey fólk, sum hava tørv á at koyra hvønn dag gjøgnum tunnilin.

Tað er veruligt samhaldsfesti.

Ongin kann siga, at tað er  samhaldsfesti at Klaksvíkingar skulu gjalda fyri ein Norðoyatunnil langt aftaná at øll lán eru útgoldin.

Kann Kringvarp Føroya loyva sær at gera eitt so einsporað innslag við tveimum persónum í studio, sum meina júst tað sama sum journalisturin?

Hava vit ikki krav uppá at fáa fjølbroyttar meiningar fram á torg, so hyggjarin fær veruliga upplýsing?

Jógvan Skorheim

Klaksvík

Share this Article