Hósdagin 21. desember lat nýggi Sandoyartunnilin upp. Fjórði undirsjóvartunnil í Føroyum er nú veruleiki, og vit ynskja sandoyingum og øllum føroyingum hjartaliga til lukku við nýggja tunlinum! Til hátíðarhaldið seinnapartin flutti løgmaður fram røðu.
Røða løgmans
Góðu gestir, góðu sandoyingar, góðu føroyingar.
Tá ið eg sum smádrongur spældi fótbólt við KÍ, gekk leiðin ofta í Sandoynna at spæla dyst.
Tá mátti planlegging til og tíð setast av. Ferðin einvegis var tá minst tríggjar tímar – umframt bíðitíð og gisting náttina áðrenn ella eftir dystin.
Tá ferðaðust vit við trimum ferjum. Fyrst um Leirvíksfjørðin, síðani um Skálafjørðin og til síðst um Skopunarfjørð.
Í dag eru hesar tríggjar ferjur skiftar út vit tríggjar undirsjóvartunlar.
Við nýggja Sandoyartunlinum verður hendan sama farleið nú stytt niður í ein tíma.
Allar tíðir á døgninum. Eingin bíðitíð. Eingin ferðaætlan.
Hetta er ein nýggj byrjan. Ikki minst fyri tykkum sandoyingar.
*****
Føroyar hava gjøgnum árini tikið týdningarmikil samferðslustig.
Stig, ið stytta um teinarnar og økja um møguleikarnar. Stig, ið væl og trygt binda okkara land saman.
Eitt stig varð tikið í 1963, tá ið fyrsti tunnilin, Hvalbiartunnilin, læt upp.
Eitt annað stig var í ‘73, tá ið brúgvin um Streymin varð gjørd.
Og enn eitt stig varð tikið í ‘75, tá ið nýggjur Smyril varð settur í sigling.
Í dag taka vit enn eitt stig, nú fjórði undirsjóvartunnil í Føroyum er veruleiki.
Og við sær hevur nýggi tunnilin tann veruleika, at Føroyar í størri mun fara frá at vera eitt oyggjasamfelag til at vera eitt stórt meginøki við oyggjum aftrat sær.
*****
Tað verður spennandi at síggja, hvørjar møguleikar tunnilin fer at hava við sær.
Fyri sandoyingar í øllum aldri, fyri vinnulív, fyri ítrótt, fyri framburð.
Ja, fyri allar føroyingar sum heild.
Ein nýggjur veruleiki við hesum samferðslustigi er møguleikin hjá enn fleiri at velja til og frá millum fjølbroytta stórbýin – øðrumegin og eina róligari tilveru – hinumegin.
Hvør veit, kanska nýggj rák liggja fyri framman báðumegin tunnilsmunnarnar?
*****
Sandoyartunnilin er uttan iva størsta frambrot fyri Sandoynna nakrantíð.
Og fyri restina av Føroyum gevur tunnilin okkum ríkar møguleikar at uppliva og kenna eina av Føroya vakrastu oyggjum.
Tí Sandoyggin er serstøk á sín heilt egna hátt. Hon hevur eitt annað landslag, enn aðrastaðni í landinum.
Koyrir tú gjøgnum oynna, er hon mjúk og bleyt við ongum stórum fjøllum. Fáir hamrar og skursl, heldur bleytar herður og ryggir.
Hon er ikki hægri enn hálvur hagin norðanfyri.
Men beint við nýggja tunnilsmunnan Sandoyarmegin er ein andsøgn í mun til annars mjúka og avrundaða lendið.
Einar hundrað metrar yvir sjóvarmálanum yvir heyggin er Traðahamar. Ein av longstu samanhangandi homrum í Føroyum. Púra samanhangandi hevur hamarin sama hvassa rókarlag allan vegin.
Hann fer út í Sandslíð og endar í Líðarenda saman við Traðafossi, einum av størstu fossum í Føroyum.
Hetta speglar á ein hátt fólkið á oynni. Tey eru rólig og fryntlig av lyndi, men tungan kann vera hvøss og beinrakin.
Eg hoyrdi herfyri um orðadrátt millum tveir sandoyingar. Ein orðadráttur, ið stóð á yvir nógv ár.
Hin eini var sandoyingurin, partamaðurin Jóan Petur Davidsen, sáli. Fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin.
Mær fortalt lá Jóan Petur í evigum orðastríði við ein annan sandoying. Teir togaðust, og vóru altíð í orðadrátti.
Ein dagin sigur ein triði “Men… tú kanst ikki siga annað enn, at Jóan Petur hevur forstand?”. Tá letur hvassliga í hinum “Tað kann vera… men so hevur hann eitt sera fortreðiligt forstand”.
Hetta lýsir kanska, hvussu stinnir og skemtiligir sandoyingar eru í kjaki.
Hóast tit nú verða partur av meginøkinum, so vóni eg ikki, at tit broytast ov nógv, men halda fast í tykkum sjálvum.
*****
Sandoyartunnilin letur upp dagin áðrenn vetrarsólstøðu. Tá stendur sólin sunnast á himmalinum og hevur við sær ársins stytsta dag og longstu nátt.
Hetta er løtan á árinum, tá ið ein tíð endar og ein onnur tekur við.
Ofta verður sagt henda dag, at nú gongur móti ljósari tíðum.
Hetta kundi ikki verið meira passandi í dag, tí nýggi tunnilin ber sanniliga boð um, at nú gongur móti ljósari tíðum fyri Sandoynna.
*****
Her at enda fari eg at nýta høvið at takka øllum, sum hava tikið eitt tak í hesari stóru og týdningarmiklu verkætlan:
Arbeiðsfólki, arbeiðstakarum, byggiharra, ráðgevum og øllum øðrum, sum eiga ein lut í verktælanini.
Somuleiðis takki eg undanfarnum landsstýrisfólkum á økinum og løgtingum.
Tað var eitt samt Løgting, sum samtykti tunnilin. Síðani hava allir flokkar á Løgtingi staðið saman um avgerðina.
Og tað hevur verið neyðugt, tí í politikki kann eingin einsamallur føra nakað út í verki.
Tó so er eingin ivi um, at tinglimir úr Sandoynni hava gingið á odda og stríðst fyri at gera Sandoyartunnilin til veruleika.
Tí ein serlig tøkk til Páll á Reynatúgvu, Brand Sandoy og Gerhard Lognberg.
*****
At enda ynski eg øllum sandoyingum og øllum føroyingum hjartaliga til lukku við nýggja Sandoyartunlinum.
Nú tað stundar til jóla, og børnini gleða seg til jólagávurnar, vænti eg ikki, at sandoyingar kundu ynskt sær betri og týdningarmiklari jólagávu.
Tunnilin er sanniliga uppiborin, og er tað mín inniliga vón, at hann kemur at vera til stóran frama og gagns fyri allar sandoyingar og føroyingar.
Takk fyri og til lukku við tunlinum øll somul!