By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Sterka kvinnan í Fólkaflokkinum
Share
Notification Show More
Latest News
Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
1 dag ago
Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain
2 dage ago
Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.
2 dage ago
Álit um universitetssjúkrahús handað landsstýriskvinnuni
1 uge ago
Stong Havstovuna og opna Bankan
1 uge ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Politikkur > Sterka kvinnan í Fólkaflokkinum
Politikkur

Sterka kvinnan í Fólkaflokkinum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 10 måneder ago
Updated 2022/12/06 at 11:45 PM
Share
SHARE

Vit hava her á 24FO.NEWS víst á nøkur valevnir og teirra virksemið og lívsleið, og í dag hava vit ein profil av kendu fólkaflokskvinnuni, ið situr á Føroya Løgting og sum eisini hevur verið landsstýriskvinna, nevniliga Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Á vanganum hjá Fólkaflokkinum skriva hon soleiðis. Hvat er tað vit í Fólkaflokkinum standa fyri:

Contents
Vit hava her á 24FO.NEWS víst á nøkur valevnir og teirra virksemið og lívsleið, og í dag hava vit ein profil av kendu fólkaflokskvinnuni, ið situr á Føroya Løgting og sum eisini hevur verið landsstýriskvinna, nevniliga Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.Virkin Landstýriskvinna Bústaðir og bústaðarpakkin stórt frambrotFramtíðin, hvat siga tit í Fólkaflokkinum ?Hvat eyðkennir Elsebeth Um Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir:

Fólkaflokkurin er ein borgarligur, sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur. Við tí leggja vit dent á sjálvræði hjá tí einstaka, styrkina i felagsskapinum millum menniskju, og frælsið hjá fólki og tjóð.”

Elsebeth hevur drúgvar royndir innan føroysku løgregluna og var ein av teimum fyrstu kvinnuligu løgreglufólkunum í Føroyum. Innan politikk byrjaði hon í býráðspolitikki og  hevur hon sitið tvær setur í Klaksvíkar Býráð. Her var hon forkvinna í sosialu nevnd og var undangongufólk at byggja nýtt røktarheim við Vágna, somuleiðis sum hon strongdi á, at fáa íbúðir til fólk við serligum tørvi. Búðfelagsskapurin er staðsettur á Hegavegi í Klaksvík.

 Síðani 2011 hevur hon siti á Føroya Løgting og er hetta, hennara triðja seta á Føroya Løgting,  og nú er hon ígongd við sín fjórða valdyst.

Sum fólk flest, so havi eg eisini meiningar um ymiskt, men tað sum er mest umráðandi er at vera millum fólkið og lurta eftir, hvat fólkið ynskir og vera opin fyri tí. Trúgvi ikki nakar altíð hevur eina patent loysn uppá allar trupulleikar, men saman finna vit loysnir.

Virkin Landstýriskvinna 

Sum landsstýriskvinna í Almannamálum var hon sera virkin,  og eru slóðbrótandi verkætlanir settar í gongd meðan hon var landsstýrisfólk innan almannaøkið. Men sum hon sjálv sigur, so lat hetta seg ikki gera uttan dyggan stuðul í samgonguni, sum játtaði neyðugan pening til hesar stóru verkætlanir.

Her kunnu vit nevna, heim til seinheilaskødd í Klaksvík, Búð- og umlættingarheim fyri børn og ung við autismu bygd á Argjum.  Nýggja sambýlið á Mýruni í Hoyvík. Dagtilhald fyri minnisveik undir 67 ár á Glyvrum. Og búð- og viðgerðarstovnin Jústabrekka í Klaksvík, sum er eitt nýbrot innan viðgerðarstovnar.

Bústaðir og bústaðarpakkin stórt frambrot

  Tað var eitt stórt fet rætta vegin, tá bústaðarpakkin endaliga bleiv samtyktur tann 25. mars 2021.  Við bústaðarpakkanum fingu Bústaðir 450 mió. kr. at arbeiða við komandi árini.

200 mió. krónur skuldu fíggja bústaðarverkætlanir til serligar málbólkar uttanfyri vanliga bústaðarmarknaðin, eitt nú lestraríbúðir, búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi og barnaverndarstovnar.

Hinar 250 mió. krónurnar skuldu fíggja vanligar íbúðir –  saman við øðrum íleggjarum. Harvið fer lánsheimildin hjá felagnum at røkka til munandi fleiri íbúðir enn áður.

Framtíðin, hvat siga tit í Fólkaflokkinum ?

Nøkur av teimum lyftinum vit hava í komandi valskeiði eru, at vit vilja veita ein skattalætta til fólk við lág- og miðalinntøkum. Hesi skulu ongantíð rinda meir enn 30 % í skatti. Mótrokning í pensiónini til pensionistar skal hækka til 80.000 kr. Lesandi og lærlingar skulu kunna tjena upp til 85.000 kr. skattafrítt, sigur hon at enda í viðtalu við 24fo.news.

Hvat eyðkennir Elsebeth

Tá vit spyrja hvat eyðkennir Elsebeth, so siga fleiri at hon hevur eitt driv og er sera ágrýtin og sleppur ikki málinum úr eygsjón, tá hon hevur sett sær nakað fyri. Hetta sæst eisini í hennara ágrýtni við at fáa gongd á Húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Eg vil enda við sloganinum hjá henni

“Ein klár og sterk rødd á Føroya Løgting.”

Um Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir:

Er gift við Finn Hansen og eiga tey 3 børn. Er útbúgvin politistur. Hon hevur verið býráðspolitikkar, er løgtingskvinna og hevur verið landsstýrisfólk í verðandi samgongu.  

  • Facebook

You Might Also Like

Suðuroyggin ikki partur av Føroyum

Sjálvandi má bílig og trygg langtíðarfígging til Suðuroyartunnilin

Jú, Suðuroyartunnilin kemur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini

Teir átjan rossleyparnir

Lagt út ÓML december 6, 2022
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina
Next Article 1 ár og 8 mánaða fongsulsrevsing fyri neyðtøku

You Might Also Like

Suðuroyggin ikki partur av Føroyum

4 uger ago

Sjálvandi má bílig og trygg langtíðarfígging til Suðuroyartunnilin

4 uger ago

Jú, Suðuroyartunnilin kemur

4 uger ago

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini

4 uger ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?