By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina
Share
Notification Show More
Latest News
Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
1 dag ago
Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain
2 dage ago
Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.
2 dage ago
Álit um universitetssjúkrahús handað landsstýriskvinnuni
1 uge ago
Stong Havstovuna og opna Bankan
1 uge ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Vinna & Samfelag > Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina
Vinna & Samfelag

Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 10 måneder ago
Updated 2023/03/14 at 10:48 PM
Share
Savnsmynd 24.fo
SHARE

Tilgongdin til toskastovnin á Landgrunninum broytist nógv frá einum ári til annað. Flestu ár síðani 2005 hevur tilgongdin verið sera vánalig, og hon er í stóran mun tengd at nøgdini av hóskandi føði til larvur og yngul, áðrenn fiskurin tekur botn.

Føroyski toskastovnurin er regluliga blivin kannaður seinastu 60 árini. Í juni 1983 fór Havstovan undir at gera ein regluligan yngultúr, har nøgdir av m.a. toskayngli verða kannaðar og í apríl 1997 varð fyrsti regluligi kanningartúrur av larvum gjørdur. Í eitt áramál vórðu magakanningar av knapt 5000 toskalarvum og -yngli gjørdar fyri at vita, um føði í larvu- og/ella yngulstiginum kann ávirka tilgongdina til stovnin. Ein umfatandi greining av hesum kanningum er nú útgivin í tveimum greinum í tíðarritinum Marine Biology.

Fyrra greinin, sum kom út í 2020 lýsir, hvat toskalarvur og -yngul á føroyska landgrunninum eta. Fyrstu tíðina hjá larvuni er føðin evarska smátt djóraæti og so hvørt sum fiskurin veksur út á várið og summarið, tekur hann størri og størri føði (Mynd 1). Í greinini verður víst á, at toskalarvurnar eru úrveljandi, tá tær eta. tvs. at fongdýragóðska t.e. slag og stødd hava týdning. Harumframt verður víst á, at larvur, ið eru 1-2 mánaðar gamlar, eru í stórum vanda fyri ikki at hava nóg mikið av føði. Leinkja til greinina er her.

Í seinnu greinini, sum júst er útgivin, verður víst á, at tal av toskalarvum beint eftir gýting er nær tengt at støddini av gýtingarstovninum. Tískil er tað av stórum týdningi at hava ein burðardyggan gýtingarstovn. Ein stórur gýtingarstovnur er tó ikki nøkur trygd fyri, at tilgongdin verður stór. Deyðiligheitin í larvu- og yngulstigunum er sera stór og sveiggjar nógv. Nýggja greinin vísir, at tilgongdin er tengd at yvirlivilsinum frá larvu til yngulstig, og at yvirlivilsi er treytað av mongdini av tøkari føði. Tað er gróðurin um várið, sum ger av, hvussu nógv er av føði til toskalarvurnar (Mynd 2). Nýggjasta greinin kann lesast her.

Sólvá Jacobsen

Kelda: Havstovan – hav.fo

You Might Also Like

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.

Stong Havstovuna og opna Bankan

Minni av makreli í Norðurhøvum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini

Lagt út ÓML december 6, 2022
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Skjótari grøn við fólkaflokkinum
Next Article Sterka kvinnan í Fólkaflokkinum

You Might Also Like

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

1 dag ago

Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.

2 dage ago

Stong Havstovuna og opna Bankan

1 uge ago

Minni av makreli í Norðurhøvum

4 uger ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?