Home Fólk og Samfelag Marjun Weihe Thomassen sett sum stjóri á Landsverki

Marjun Weihe Thomassen sett sum stjóri á Landsverki

by Lagt út ÓML

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur sett Marjun Weihe Thomassen í starv sum stjóri á Landsverki. 

Marjun Weihe Thomassen er 49 ára gomul, er útbúgvin búskaparfrøðingur og limur í nevndini í Landsbanka Føroya og í Búskaparráðnum. 

Aftan á lokna útbúgving var Marjun í starvi sum fulltrúi í Landsbankanum og síðani sum ráðgevi í BankNordik innan íløgur. Frá 2012 til 2023 var Marjun fíggjarleiðari á Bústøðum.

Í oktober 2023 byrjaði Marjun sum fíggjarleiðari á Landsverki, og síðani februar 2024 hevur hon verið virkandi stjóri á Landsverki.

Kelda & mynd:fisk.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More