torsdag, marts 5, 2026
Home Fólk og Samfelag SANDOYGGJAFÓLK SKULU IKKI FÁA ØÐRVÍSI OG VERRI VIÐFERÐ

SANDOYGGJAFÓLK SKULU IKKI FÁA ØÐRVÍSI OG VERRI VIÐFERÐ

0 comments

Sjúkrahússtjórin hevur boðað frá, at sjúkraflutningstænastan í Sandoynni verður niðurløgd.

Hetta er sera løgið, og tykist eisini órættvíst. Serliga tá hugsað verður um, hvussu viðgerðin av øðrum staðsetingum í Føroyum hevur verið, tá talan er um sjúkraflutningstænastu.

Eitt nú var uppá tal at niðurleggja tænastuna í Vágum, tá Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, men tann ætlanin varð slept.

Tað er skjótt at koyra í Eysturoynna, bæði úr Tórshavn og Klaksvík, men tað hevur ongantíð verið uppá tal at niðurleggja tænastuna.

Tí kann tað undra, at sandoyggjafólk verða viðgjørd øðrvísi og harvið fáa eina verri tænastu.

Jacob Vestergaard hevur tí sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu, ein grein 52-spurning um hetta. Sí spurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10863

Savnsmynd 24.FO

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira