mandag, april 13, 2026
Home Fólk og Samfelag 12,4 milliardir útgoldnar í A-skattaðum lønum — vøksturin er 5,8 prosent

12,4 milliardir útgoldnar í A-skattaðum lønum — vøksturin er 5,8 prosent

0 comments

12,4 milliardir vóru útgoldar í A-skattaðum lønum seinasta tólvmánaðartíðarskeiði frá juli í fjør til juni í ár. Tað eru slakar 700 milliónir samanborið við undanfarna tíðarskeið, sum svarar til ein vøkstur á 5,8 prosent.

Endurskoðað hagtøl um A-skattaðar lønir

Hagtølini fyri A-skattaðar lønir eru endurskoðað og útgivin av nýggjum. Lønarhagtølini eru meira útgreinaði enn áður og lønargongdin kann nú lýsast betri. Endurskoðanin hevur eisini við sær ávísar broytingar í hagtølunum, ið eru lýstar í kassanum niðast í greinini.

Nógv tann størsti parturin av lønunum í Føroyum eru A-skattaðar lønir. Tað merkir, at tær verða skattaðar beinanvegin við útgjald umvegis samtíðarskattaskipanina hjá TAKS. Samtíðarskattaskpanin er sostatt ein kelda, sum gevur góða ábending um lønargongdina í Føroyum.

Gongdin vísir, at stígur kom í lønargjaldingarnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020. Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan. Seinastu tólv mánaðirnar vórðu 12,4 milliardir útgoldar í A-skattaðum lønum. Tað er ein vøkstur uppá 5,8 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.LønÚtgoldin lønÁrstíðarjavnaðTrendurSep ’18Jan ’19Mai ’19Sep ’19Jan ’20Mai ’20Sep ’20Jan ’21Mai ’21Sep ’21Jan ’22Mai ’22Sep ’22Jan ’23Mai ’23Sep ’23Jan ’24Mai ‘24200020201.000.000500.000750.0001.250.0001.500.0001.023.960,0 mió. kr.

Kvinnurnar eiga størsta partin av vøkstrinum

Vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað, tá koronufarstóttin rakti.

Kelda: Hagstova Føroya Les meira her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira