Í kvøld var seinasta valsending hjá KVF og var tað ein væl upplagdur formaður í Sjálvstýrið Sámal Petur í Grund, sum var gestur í Andglettinum hjá Jón Brian Hvidtfeldt.
Vit fara her á 24FO.NEWS at gera eina lýsing av sendingini.
Sjálvstýri kann samstarva við allar flokkar.
Formaðurin hjá Sjálvstýrið var sera greiður og segði hann, at flokkurin er ein sosialur liberalur flokkur á miðjuni í Føroyskum politikki og kann samstarva við allar flokkar á tingi.
Ítøkiligan politikk nú inflatiónin er høg. Tey veikastu skulu hava hjálp uppá 90-100 milliónir krónur.
Hann var sera greiður og vísti, á at landi fær sera nógv eyka inn í MVG orsaka av høgu inflatiónini og allur hesin peningur skal út aftur til fólkið, bara teir fyrstu 9 mánaðirnar í ár er talan 90 milliónir krónur. Hetta skal alt út aftur til fólkapensjonistar, einligar forsyrgjarar, barnafamiljum og tey veikastu í samfelagnum. Samstundis vísti hann á at tey fóru ikki uppá val uppá at geva skattalættar. Men at hjálpa har tað var neyðugt.
Ítøkiligan íbúðarpolitikk
Eisini førdi hann fram at vit í nógv størri mun skuldi fáa gongd á almannagagnliga íbúðarbygging og at kommunur og pensjónsgrunnar í Føroyum skuldi verða við. Samstundis skulu vit ikki nokta húsaeigarum at leiga út til eitt nú Airbnb tí hetta gav hópin av fremmandum valuta til landið.
Pensionistar skulu hava frælsi til at arbeiða uttan mótrokning
Víðari segði hann at fólkapensionistar hava gjørt sína plikt í samfelagnum og sjálvandi skulu teir hava rætt til, at arbeiða uttan at verða mótroknaðir í fólkapensiónini.
Á vinnuøkinum skulu vit hava íløgustuðul til heimaflotan
Neyðugt er at endurnýggja heimaflotan og hetta má gerast har íløgustuðul verður veittur. Flotin megnar val rakstur, men megnar ikki stórar íløgur og er ein týðandi táttur undir búskapinum og okkara samfelag og tí skulu vit framvegis hava útróðrarbátar og línuskip v.m. vísti formaðurin á.
Skjótt orkuskiftið 400 milliónir til sethúsaeigarar
Formaðurin í Sjálvstýri segði, at um landið seldi ognir sum tað átti, so skal hetta koma fólkinum tilgóðar. Um partapeningurin hjá landinum verður seldur í Bank Nordik og rokna vit við at hetta gevur einar 400 milliónir krónur, so skal hetta beinleiðis nýtast til grøna orkuskiftið. Soleiðis at tey í ynskja at leggja um til varandi orku fáa stuðul til tess so orkuskiftið kann ganga við rúkandi ferð.
Um Sámal Petur í Grund – maður við nógvum royndum:
Hann er 64 ár, elektromekanikari, og skipari og hevur siglt sum maskinmaður, kokkur, stýrimaður og er í dag skipari á SAM. Eisini eigur og rekur hann Grundvask sum er ein skjótt vaksandi reingerðarfyritøka har hann er stjóri.
Sum landsstýrismaður var hann við til at seta gongd á Vágatunnilin.