Home Fólk og Samfelag Trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu

Trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu

by Lagt út ÓML

Sunda kommuna søkir eftir trivnaðarsamskipara at byrja 1. februar 2023 ella skjótast gjørligt eftir tað.

Starvið:

Trivnaðarsamskipari er eitt fjølbroytt samskipanarstarv við eini rúgvu av spennandi uppgávum knýtt at. Bygnaðarliga er starvið skipað undir fíggjar- og fyrisitingarleiðaranum.

Tínar uppgávur eru millum annað at:

  • Fyrireika og vera skrivari til fundir hjá trivnaðarnevndini.
  • Fylgja upp at mál, sum eru samtykt av trivnaðarnevndini, verða sett í verk.
  • Taka tær av samskiftinum millum kommununa og stovnar undir trivnaðarnevndini, sum ungdómshús, dagtilhald, skúlar, dagstovnar o.o. og at stuðla undir tiltøk, ið hesi og onnur hava.
  • Røkja og samskipa ávísar uppgávur á Tekniska-, Vinnu- og Umhvørvisøkinum.
  • Røkja heimasíðu og sosialar miðlar hjá kommununi.
  • Samskipa og taka sær av øllum lýsingum og PR annars hjá kommununi, bæði til borgarar, vinnu og ferðandi.
  • Samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu.
  • Samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, einstaklingar v.fl.

Um teg ynskja vit, at tú:

  • Hevur royndir við samskipan, og dámar væl at “hava nógvar bóltar í luftini”
  • Dugir væl at miðla, hevur kunnleika til ymsa tøkni innan samskifti og helst eisini royndir sum samskiftisfólk.
  • Dugir væl at skriva og orða teg á føroyskum.
  • Hevur royndir við at skriva og leggja tilfar út á heimasíður og sosialar miðlar.
  • Hevur royndir við journalskipanini 360, men hetta er ikki eitt krav.
  • Ert ágrýtin, arbeiðir miðvíst, dugir væl við fólki og hevur evni og hegni til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Setanarviðurskifti:

Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóannes A. Prestá fíggjar- og fyrisitingarleiðara í Sunda kommunu á 297205 ella joannes@sunda.fo

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. januar 2023 kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast til sunda@sunda.fo 

Merkið umsóknina “Trivnaðarsamskipari”

Kelda & mynd: sunda.fo 02.12.2022

You may also like