Home Fólk og Samfelag Ráðhúsið vitjan úr Grønlandi

Ráðhúsið vitjan úr Grønlandi

0 comments

Trivnaðar- og arbeiðsmarknaðarnevndin í Kommuneqarfik Sermersooq er í hesum døgum á kunningarferð í Føroyum.

Fyrrapartin í dag vitjaðu tey á Ráðhúsinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Síðani legði heilsu- og umsorganarstjórin hjá Tórshavnar kommunu, Eyðfríð L. Jacobsen, fram. Hon greiddi millum annað frá, hvussu eldraøkið er skipað og hvørjar raðfestingar kommunan ger á hesum økinum.

Grønlendsku gestirnir vitjaðu eftir framløguna í Tilhaldinum í Tórsgøtu og síðani eisini Boðanesheimið, Tjarnargarð og Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD.

Kelda & mynd torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More