Prísvøksturin er nú 2,8 prosent

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 måneder ago
Updated 2024/01/09 at 10:39 AM
Savnsmynd 24.fo

Prísirnir eru hækkaðir 2,8 prosent frá november í 2022 til november í 2023. Prísvøksturin heldur sostatt fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til býliskeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum hava størst ávirkan á brúkaraprístalið hesa ferð. Hetta skrivar Hagstova Føroya.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflasjónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri novembermánað í 2023.Kelda: Hagstova FøroyavísitalBrúkaraprístalið20022003200420052006200720082009201020112012201320142015201620172018201920202021202220232010202080100120140160142,3

Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt. Árligi vøksturin í brúkaraprístalinum var 2,8 prosent í november í 2023 í mun til sama mánað árið fyri.

Les meira her Hagstova Føroya

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *