Løgmaður loyst Jenis av Rana úr starvi

NEWS

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/03/14 at 10:32 PM
Tinganes savnsmynd 24.fo

 Løgmaður hevur í dag valt at loysa Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 2.

Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at:

“Síðani eg tók við sum løgmaður havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið, hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur.

Løgmaður røkir fyribils uttanríkis- og mentamál, sbr. fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 140 frá 4. november 2022.

Kelda:lms.fo 8-11-2022

Share this Article