Home VinnaVinna & Samfelag Landsstýrismaðurin helt røðu á aðalfundium í IMO

Landsstýrismaðurin helt røðu á aðalfundium í IMO

by Lagt út ÓML

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, helt seinnapartin 30 novembur røðu á 33. aðalfundinum í IMO, sum verður hildin í London í hesum døgum.

Landsstýrismaðurin legði í røðuni dent á, at í tíðum við stríði og kríggi millum lond eru altjóða samstarv og altjóða lóg vegurin fram.

Høgni Hoydal vísti eisini á týdningin av havumhvørvinum, sum krevur, at vit taka ábyrgd at tryggja lívmargfeldi og seta í verk burðardyggar skipanir, sum koma komandi ættarliðum tilgóðar.

Trygd á sjónum og vælferð hjá okkara sjófólki hevur eisini av størsta týdningi. Høgni Hoydal greiddi frá átøkum, sum Sjóvinnustýrið hevur gjørt fyri at økja um trygdina á sjónum á føroyskum skipum og bátum.

Trygd á sjónum er eitt aðalmál hjá Føroyum við áherðslu á trygd hjá sjófólkið umborð á fiskiførum. Føroyar hava sett í verk teknisk krøv sambært altjóða reglum og hava í hesum sambandi eisini avgjørt at taka undir við Cape Town Agreement um at økja um trygdina umborð á fiskiskipum. Landsstýrismaðurin heitti á onnur lond um eisini at taka undir við avtaluni, soleiðis at hon kann koma i gildi.

Eftir framløguna fyri IMO aðalfundinum hevði landsstýrismaðurin ein stuttan fund við Kitack Lim, aðalskrivara, har teir tosaðu víðari um týdningin at menna regluverk og tilvitskuna um trygd og arbeiðsumhvørvi á fiskiskipum, m.a. eisini hvussu IMO og ILO kunnu samstarva fyri at stimbra undir hesa gongdina.

Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her og síggjast her frá umleið 3,14 minutti. Assembly 33rd Session day 3 – YouTube

Kelda: www.uvmr.fo

You may also like

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More