Álit um vørugjaldið, ið Tórshavnar havn krevur í sambandi við innflyting av ammoniumnitrati

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 måneder ago
Updated 2023/11/30 at 9:25 PM
Mynd: 24.FO tilvildarlig savnsmynd

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vørugjaldið, ið Tórshavnar havn hevur kravt fyri innflutning av ammoniumnitrat. Vísandi til ivasama grundarlagið fyri at flokka ammoniumnitrat í vørubólkin um spreingievni, og at tað sambært Arbeiðs- og brunaeftirlitinum ikki var talan um spreingievni, mælti umboðsmaðurin Havnanevndini/Tórshavnar kommunu til at endurskoða gjaldsskránna og vøruskránna við atliti at vørugjaldinum fyri ammoniumnitrati.

Ein advokatur klagaði vegna eitt felag um, at Tórshavnar Havn ikki viðgjørdi allar borgarar eins, tá tað snúði seg um vørugjald av ammoniumnitrati, sum varð innflutt um Tórshavnar havn. Hann vísti á, at ammoniumnitrat, sum klientur hansara innflutti til framleiðslu av spreingievni, varð viðgjørt sum vørubólkur 4604 “Spreingievni, dynamitt”, hóast talan ikki var um spreingievni. Ammoniumnitrat, sum bøndur og onnur innflyta, varð viðgjørt sum vørubólkur 4901 “Taðevni, salpetur o.t.”.

Advokaturin vísti á, at Tórshavnar havn kravdi hansara klient at rinda 25 kr. pr. kg. av innfluttum ammoniumnitrati, meðan bøndur og onnur, sum innfluttu ammoniumnitrat, rindaðu 3 kr. pr. kg. Sambært advokatinum tyktist tað, sum Tórshavnar havn tók atlit at, hvat innflytarin nýtti ammoniumnitrati til. Hetta helt advokaturin ikki vera eitt sakligt atlit í sambandi við vørugjald fyri innflutning av ammoniumnitrati.

Advokaturin hevði kært avgerðina hjá Tórshavnar havn til Havnanevndina hjá Tórshavnar kommunu, og Havnanevndin hevði staðfest avgerðina hjá Tórshavnar havn.

Umboðsmaðurin spurdi seg fyri hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um, hvat var avgerandi fyri nær ammoniumnitrat varð mett at koma undir reglurnar fyri spreingievni eftir tí lóggávu, ið stovnurin umsat, og nær serligt loyvi at innflyta ammoniumnitrat varð kravt.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið svaraði, at ammoniumnitrat í sær sjálvum ikki var at skilja sum spreingievni og var ikki sum rávøra fevnt av lógini um spreingievni og spreingiarbeiði. Tað var ikki fyrr enn ammoniumnitrat varð blandað saman við aðrari rávøru eftir ávísum lutfalli, at talan varð um spreingievni, sum var fevnt av nevndu lóggávuni og harvið kom undir myndugleikaøkið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Av tí at málsupplýsingarnar bendu á, at Tórshavnar havn og Havnanevndin høvdu havt tí fatan, at talan var um innflutning av spreingievni, og at tað eisini vórðu tikin atlit at, at klagarin nýtti innfluttu vøruna til framleiðslu av spreingievni, helt umboðsmaðurin, at flokkingin tyktist byggja á eina misfatan og ivasom atlit.

Vísandi til frágreiðingina frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um, at ammoniumnitrat sum rávøra í sær sjálvum ikki var at skilja sum spreingievni, mælti umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu (Havnanevndini) til at endurskoða gjaldsskránna og vøruskránna við atliti at vørugjaldinum fyri ammoniumnitrati. (LUM 23/05602)

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *