Útróðrarbáturin LÍÐHAMAR úr Klaksvík er sín fyrst túr í ár og hava teir rokfiskaríð.
Petur Joleiv Svøðstein er skipari, og sigur hann, at teir hava roynt í 2 dagar og teir hava góð 27.000 pund. Teir hava fiska í Vága havinum og var slagið mest hýsa. Eisini hava hinir útróðrarbátarnar úr Klaksvík NORÐSØKIÐ og BRAGD eisini havt góðan fiskiskap BRAGD hevði um 15.000 pund og NORÐSØKIÐ umleið 14.000 pund, so byrjanin av árðinum má sigast at vera góð. LÍÐHAMAR landar í Klaksvík mánadagin.