Home Fólk og Samfelag Nýggjur trivnaðarsamskipari settur

Nýggjur trivnaðarsamskipari settur

by Lagt út ÓML

Í februar byrjaði Hildigarð Jakobsen sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu.

Hildigarð, ið er búsitandi í Kollafirði, hevur drúgvar royndir úr upplivingar- og ferðavinnuni. Hildigarð er bachelor í Tourism management og hevur harafturat skrivstovuútbúgving innan fyrisiting.

Trivnaðarsamskiparin er ein týðandi partur av umsitingini í Sunda kommunu og hevur hópin av spennandi uppgávum innan samskifti og samskipan. Hildigarð hevur ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu. Eisini hevur hon samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, vinnufeløg, einstaklingar v.fl. um hendi.

Sum trivnaðarsamskipari er Hildigarð eisini skrivari í trivnaðarnevndini og hevur ábyrgd av at fyrireika og avgreiða mál hjá trivnaðarnevndini.

Hildigarð er klár at hjálpa og svara fegin fyrispurningum og øðrum.
Hon er at hitta á hildigard@sunda.fo ella telefon 29 72 09. 

Vit ynskja Hildigarð hjartaliga tillukku við starvinum og vælkomna í Sunda kommunu.

Kelda & mynd: sunda.fo 17.02.2023

You may also like