Høgir laksaprísir og góð lívfrøðilig gongd í alingini í Føroyum førdu til gott úrslit hjá Bakkafrost í 2022

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/02/21 at 1:49 PM

Samlaða sølan og rakstrarúrslitið í 2022 vóru metstór hjá Bakkafrost. 7.130 milliónir krónur gjørdist samlaða sølan og rakstrarúrslitið fyri árið var 1.705 milliónir krónur. Íalt fella 740 milliónir krónur til landskassan.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fjórða ársfjórðing 2022 var 376 milliónir krónur, og eftir skatt og virðisreguleringar var úrslitið eitt hall uppá 154 milliónir krónur.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

“Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið í Føroyum í hesum ársfjórðinginum. Marknaðurin var merktur av lægri tøku og harvið lágum útboði. Harafturat hevur lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum verið góð. Lúsatølini hava verið metlág og fellið søguliga lágt. Smoltframleiðslan tekur seg eisini fram, nú útbyggingin av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali líður væl.

Um ársskiftið kom nýggi brunnbáturin hjá okkum, Bakkafossur, til Føroya. Bakkafossur er ikki bara millum størstu brunnbátar, men eisini ein tann mest framkomni. Hetta gevur okkum heilt nýggjar førleikar til millum annað viðgerð ímóti táknusjúkum og laksalús. Harafturat er Bakkafossur ein týðandi liður í at gera okkum klár til aling á opnum havi, sum vit søktu um loyvi til í 2020.

Lívfrøðin í Skotlandi er sera avbjóðandi, men vit meta okkum nú munandi betur brynjað, til  at handfara tær avbjóðingar sum eru. Vit hava vónir um, at góðu amboðini fara at gera mun og minka um váðarnar framyvir.

Í seinnu helvt av fjórða ársfjórðingi minkaði fellið í Skotlandi munandi og fiskurin bleiv sum heild nógv betur fyri. Jaliga lívfrøðiliga gongdin gjørdi, at vit valdu at lata fiskin vaksa seg stóran yvirum ársskiftið, heldur enn at taka hann við lægri miðalvekt. Tískil hækkaði miðal tøkuvektin  serliga í januar, tá vit tóku  størri fisk í Skotlandi enn nakrantíð áður.

Gongdin við at sameina virksemið í Skotlandi og Føroyum heldur á og vit leggja stóran dent á vitanardeiling. Serligan dent leggja vit á vitanardeiling um aling av stórum smolti, har Føroyar eru nógv ár frammanfyri. Nú fegnast vit um, at stóra fjórða útbyggingarstigið á Applecross smoltstøðini í Skotlandi er byrjað at framleiða stór smolt. Hesi fyrstu stóru smoltini verða eftir ætlan sett á sjógv í juni.

Heimsbúskapurin hevur ikki í nýggjari tíð verið so ótryggur, sum vit síggja hann í løtuni. Hvussu stóru prís- og rentuhækkingarnar  fara at ávirka eftirspurningin eftir okkara vørum, er trupult at meta um. Kostnaðarstøðið hjá vinnuni er hækkað munandi – og heldur  fram at hækka. Tískil er sera umráðandi hjá okkum at vera ansin, og minka um útreiðslurnar, so vit kunnu tryggja framhaldandi kappingarføri. Tað er ikki bert alheims laksavinnuna vit kappast við, men í líka stóran mun aðrar vinnur, so sum høsnarunga, svína- og neytakjøtsvinnuna. Tískil er avgerandi, at halda eitt vakið eyga við gongdini og kappingartrýstinum frá hesum vinnum eisini.

Taka vit samanum árið 2022, so gevur virksemið hjá Bakkafrost umleið 740 mDDK til landskassan í beinleiðis inntøku í partafelagsskatti, tøkugjaldi og vinningsbýtisskatti. Sambært 6,2 milliarda stóru íløguætlan okkara, verður tøkan hjá okkum 50% hægri í 2026, enn hon er í dag.”

Samlaða tøkan í fjórða ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 24.500 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 19.300 tons tikin í Føroyum, í mun til 20.700 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 5.200 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 5.100 tons sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan í 2022 var 90.600 tons í kruvdari vekt, í mun til 96.900 tons í 2021. Harav vórðu 66.700 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum, í mun til 67.200 tons í 2021, og 23.900 tons vórðu tikin í Skotlandi í 2022, í mun til 29.700 tons í 2021.

Tilsamans vórðu 8,5 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi. 5,0 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum í hesum ársfjórðingi, í mun til 5,1 milliónir smolt sama tíðarskeið í fjør. Í Skotlandi vórðu 3,5 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi, í mun til 4,2 milliónir smolt sama ársfjórðing í fjør. Tilsamans eru 25,4 milliónir smolt sett út í 2022, í mun til 25,5 milliónir smolt í 2021. 14,4 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 11,0 milliónir í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 467 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í ár, í mun til 310 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 380 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í ár, samanborið við 282 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 149 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í ár, í mun til eitt rakstrarhall á 214 milliónir krónur fjórða ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 86 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í ár, í mun til eitt rakstrarúrslit á 28 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi í ár var 110 milliónir krónur, samanborið við 89 milliónir krónur fjórða ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.664 milliónir krónur við endan á fjórða ársfjórðingi í ár, í mun til 2.126 milliónir krónur við árslok í fjør. Bakkafrost hevði 2.542 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av fjórða ársfjórðingi í ár, og solvensurin var 62%.

Á  ársaðalfundinum,  sum  verður  fríggjadagin  28.  apríl  2023,  fer  nevndin  at  skjóta  upp,  at  10,00 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið.

ÚTLIT

Marknaður

Útboðið av laksi minkaði í fjórða ársfjórðingi

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi minkaði umleið 0,3% í fjórða ársfjórðingi 2022, í mun til sama ársfjórðing árið fyri, tá hædd er tikin fyri goymslubroytingum. Uttan goymslubroytingar minkaði samlaða útboðið av laksi við umleið 2,2% í ársfjórðinginum, samanborið við sama ársfjórðing í fjør.

22% hægri prísir

Laksaprísurin var 22% hægri í fjórða ársfjórðingi, í mun til sama ársfjórðing í fjør. Stórur eftirspurningur, avmarkaður vøkstur í útboðnum av laksi og hækkandi matvøruprísir hava ført til hægri laksaprísir.  

Lítil vøkstur í útboðnum av laksi í 2023

Altjóða útboðið av laksi fyrra hálvár 2023 verður á leið tað sama, sum sama tíðarskeið í fjør. Í øðrum hálvári 2023 veksur útboðið væntandi 4-5% og samlað fyri alt árið 2023 væntast vøksturin at verða um 2%, uttan atlit til goymslubroytingar

Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA, Eysturevropa (undantikið Russland) og í Fjareystri.

Aling

Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið sera góð í fjórða ársfjórðingi eins og í undanfarna. Lúsatølini vóru metlág og fellið var sera lágt.

Nýggi 10.000 m3 stóri brunnbáturin, Bakkafossur, varð latin Bakkafrost í desembur og kom til Føroya um ársskiftið. Bakkafossur hevur ein týðandi leiklut í áhaldandi strembanini eftir at minka um  lívfrøðiliga váðan, men er eisini eitt stig á vegnum ímóti aling á opnum havi.

Smoltstøðin á Norðtoftum er nú liðugt útbygd og tikin í nýtslu. Fyrstu stóru smoltini, frá nýggja partinum av smoltstøðini, eru sett á sjógv. Smoltstøðin á Glyvradali er um at vera liðugt útbygd, og verður væntandi tikin í fulla nýtslu í fyrsta ársfjórðingi 2023. Útbyggingarnar hava við sær, at Bakkafrost kann framleiða umleið 6,5 milliónir smolt á 500g afturat um árið. Hetta eru týdningarmiklir hornasteinar á leiðini til  at røkka málinum fyri 2026, um at kunna framleiða 23 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500g.

Í Skotlandi var lívfrøðin avbjóðandi fyri alingina í hesum ársfjórðinginum. Hetta er eitt afturvendandi mynstur, ið sæst í seinnu helvt av árinum, tá ið hitin í sjónum er hægstur. Tó betraðist lívfrøðin munandi í seinnu helvt av ársfjórðinginum. Tískil gjørdi Bakkafrost av at minka um tøkuna, fyri at lata fiskin ganga longur í sjónum og vaksa í vekt og virði. Hetta førdi við sær, at tøkan í Skotlandi í fjórða ársfjórðingi minkaði, meðan tikni fiskurin í fyrsta ársfjórðingi 2023 verður størri. Samlaða fellið í fjórða ársfjórðingi var lægri enn árið fyri og í desembur var fellið á leið líka lágt, sum vanligt er í fyrru helvt av árinum.

Ein medvirkandi orsøk til betraðu viðurskiftini í Skotlandi er nýggi 4.000 m3 stóri brunnbáturin, ið varð tikin í nýtslu  síðst í septembur. Hesin framkomni báturin er útgjørdur við útgerð, ið kann viðgera fiskin fyri toknutrupulleikar og fyri laksalús – alt undir somu viðgerð. Hesin mátin at viðgera fiskin er meira skynsamur, og úrslitini higartil eru sera góð. Tískil hevur Bakkafrost avgjørt at seta somu útgerð umborð á hin stóra brunnbátin í Skotlandi og á nýggja brunnbátin Bakkafoss  í Føroyum.

Lívfrøðiligi váðin í Skotlandi er enn hægri enn í Føroyum. Bakkafrost væntar, at váðin minkar munandi av stórsmolt strategiini hjá felagnum. Bakkafrost hevur í Føroyum víst, at stór hágóðsku-smolt verða minni útsett fyri váða, tá tey eru styttri tíð í sjónum og tískil leggur Bakkafrost stóran dent á at byggja smoltstøðir í Skotlandi. Í løtuni verður Applecross smoltstøðin í Skotlandi útbygd. Fjórða útbyggingarstig verður tikið í nýtslu í mars 2023 og í øðrum ársfjórðingi 2023 verða fyrstu stóru smoltini sett út haðani. Miðskeiðis í 2024 fer Applecross smoltstøðin at kunna framleiða  um 10 milliónir smolt á 500g.

Í fjórða ársfjórðingi 2022 var miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 115g, ið er 10% hægri enn sama ársfjórðing í fjør.

Bakkafrost ætlar komandi árini at gera stórar íløgur í 3 stórar smoltstøðir í Skotlandi, ið tilsamans kunnu framleiða 18 milliónir smolt á 500g.

Útsetan av smolti

Í Føroyum ætlar Bakkafrost  at seta  um 16 milliónir smolt á sjógv í 2023 og um  9,6 milliónir smolt í Skotlandi. Mongdin og miðalvektin á útsettu smoltunum eru týðandi fortreytir, fyri at kunna meta um framtíðartøku hjá Bakkafrost.

Milliónir sjósett smolt202320222021202020192018
FO16,014,514,414,312,712,6
SCT9,610,811,110,412,48,6

Í 2023 verður miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 150-175g. Bakkafrost ætlar at seta færri smolt út í Skotlandi, til rættlag fæst á raksturin og alingina. 

Í 2022 var tøkan í Føroyum 66,7 túsund tons í kruvdari vekt, og í Skotlandi var tøkan 23,9 túsund tons. Tilsaman var tøkan  90,6 túsund tons í 2022.

Í 2023 væntar Bakkafrost at taka 68.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum. Í Skotlandi verður tøkan væntandi 30.000 tons. Samlaða tøkan verður sostatt 98.000 tons.

Liðugvørur

Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Bakkafrost miðar eftir, at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 23% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi í 2023. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2023 er 1.360 túsund tons, sum er ein hækking á 81% samanborið við 2022.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi í 2023 verður nakað tann sama sum í 2022. Havsbrún seldi 128.000 tons av laksafóðri í 2022, og verður samlaða sølan av laksafóðri í 2023 væntandi umleið 130.000 tons.

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.

Íløgur

Á kapitalmarknaðardøgunum tann 14. og 15. septembur 2021 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2022-2026 áljóðandi 6,2 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.

Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi, er at avrita háttin Bakkafrost virkar  í Føroyum til Skotlands. Bakkafrost ætlar millum annað at byggja 3 stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Harvið fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 18 milliónir smolt á 500g í Skotlandi í 2026. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.

Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra, at árliga framleiðslan av smolti í 2026 verður omanfyri 23 milliónir smolt á 500g. Harafturat verður stór lívfiskastøð bygd  í Skálavík og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður eisini víðkað. Í íløguætlanini er eisini sett av til nýggja alitøkni á sjónum, ið kann gera tað møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 100.000 tons í kruvdari vekt, ið annars er ætlanin at røkka í 2026.

Við íløguætlanini 2022-2026 væntar Bakkafrost at røkka eina samlaða tøku á 150.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2026. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at útbyggja til eina samlaða framleiðsluorku á 180.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Bakkafrost skipar 6. og 7. juni 2023 fyri nýggjum kapitalmarknaðardøgum. Hesaferð verður tað í Skotlandi.

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti við kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Afturat hesum endurfíggjaði Bakkafrost í mars 2022 samtakið við 700 milliónum EUR, umframt møguleika til 150 milliónir EUR í eykafígging um neyðugt. Talan er um eina 6 ára grøna fígging, har rentukostnaðurin er knýttur at, um ávís burðardygdsmál verða rokkin.

Bakkafrost

Um Bakkafrost:

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).

Kelda & mynd: Bakkafrost 21.02.2023

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *