Nýggjur tingmaður á ting í dag

Haldførið í búskapin. Bústaðartrotið má loysast. Við høgari inflatión og hækkandi rentu skulu vit frá politiskari síðu stuðla teimum sum hava tað truplast.

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/02/21 at 3:54 PM

Í dag hevur Árni M. Dam, tikið sæti á tingið fyri Framsókn. Árni M. Dam er kendur í føroyska vinnulívinum og hevur eisini veri borgarstjóri í Sunda kommunu og hartil hevur hann røkt hópin av álitisstørvum í samfelagnum.

Árni M. Dam sigur millum anna í grein á 24.fo. Fleiri rættindi til tann partin av flotanum sum hevur tað trupult, partrolarar og húkaflotin mugu fáa fleiri rættindi.

Vit mugu fáa haldførið í búskapin og bústaðartrotið má loysast.

Við høgari inflatión og hækkandi rentu skulu vit frá politiskari síðu stuðla teimum sum hava tað truplast.

Við til at gera fiskidagaskipanina og makreltilgongdina

Hann var við til, at gera fiskidagaskipanina og ikki minst var hann við til, at slóða fyri øktum makrelrættindum til Føroyar, tá hann starvaðist í Reiðarafelagnum saman við Viberg Sørensen í var formaður í felagnum. Hann hevur eisini veri formaður í Felagnum Línuskip.

Árni M. Dam, løgtingslimur

Nógv eftirspurdir nevndarlimur:

Árni hevur eisini verið næstformaður í Útnorðurgrunninum. Harumframt hevur hann eisini verið nevndarlimur í Faroe Seafood, Kollafjørð Pelagic, Framtaksgrunninum og Føroya Tele Net.

Sjólívið og reiðaravirksemi:

Sigldi í mong ár við línuskipum, sum sjómaður og 9 ár sum stýrimaður og skipari.  Var í fleiri ár reiðari M/S SIGMUND, M/S TUMMAS NYGAARD og M/S FULGTÚGVUNI, virkiseigari og stjóri á fiskavirkjunum ið var á Norðskála og sum í dag er Sjógæti. Í dag rekur familjan handilin Stanley á Norðskála sum tey hava átt í 26 ár.

Politiska lívsleiðin:

Árni hevur í fleiri ár verið virkin í bygdaráðnum í Sunda kommunu. Hann var í Sunda Kommunu í 16 ár, harav Borgarstjóri í eitt valskeið og varaborgarstjóri í eitt.

Politiska framtíðin hetta skrivaði hann millum anna í samband við løgtingsvalið

Fiskivinnan hevur mín stóra áhuga og her er neyðugt at, vit fáa fleiri rættindi til tann partin av flotanum sum hevur tað trupult, partrolarar og húkaflotan.

Tað ber ikki til at Línu- og útróðrarflotin skal keypa agn fyri nógvan pening, tá vit hava økt okkara uppisjóðarrættindi sera nógv. Tí skal hesin parturin av flotanum, sjálvandi fáa bíligt agn – sild og makrel, eins og tað verður gjørt eitt nú í Noreg.

Bara hetta eina tiltakið vildi betra munandi um lønsemið hjá Línuskipunum og útróðrarbátunum. Eg ynski eisini at vit føra ein politikk har haldførið í búskapinum gerst betri og máli er sjálvsagt, at fáa ein sjálvberðandi búskap. Her og nú við høgari inflatión og hækkandi rentu skulu vit frá politiskari síðu stuðla teimum sum hava tað truplast. Eisini mugu vit fáa munandi fleiri bústaðir, bústaðartrotið má loysast. Eg ynski veruliga at vit hava eitt vælferðarsamfelag fyri øll, sigur hann at enda í viðtælu við 24fo.news.

Um Árni M. Dam

62 ára gamal. Tók skiparaprógv á Sjómansskúlanum í 1981 og Hægri Handilsskúla á Kambsdali í 1992. Er giftur og eiga tey 2 børn.

Mín størsti áhugi hevur altíð verið og er – føroysk fiskivinna og samfelagsviðurskifti.

Frítíðarvirksemi: Bridge, Talv og bókalesnaður.

Share this Article