tirsdag, november 11, 2025
Home Politikkur Fyrispurningurin eftir § 53 “Kann Fiskimálaráðið gerða bindandi avtalur vegna Løgtingið” ?

Fyrispurningurin eftir § 53 “Kann Fiskimálaráðið gerða bindandi avtalur vegna Løgtingið” ?

0 comments

Løgtingslimurin Árni M. Dam hevur sett fram fyrispurning eftir § 53 í Tingskipanini. Fyrispurningurin er stílaðr til Løgmann.

Hetta snýr seg í stuttum um, at Løgtingið skal góðkenna fiskivinnuavtalur við onnur lond. Men seinastu árini hevur bert ein embætismaður í Fiskimálaráðnum undirskriva hesar avtalur, og harvið gjørt bindandi avtalur fyri landið, uttan, at hesar avtalur hava verið lagdar fyri Føroya Løgting til góðkenningar. Talan er serliga um avtalur viðvíkjandi, sild, makrelið og svartkjaftið (uppisjóðarfiskur) og aðrar avtalur um botnfisk tosk, hýsu og upsa, avtalur við eitt nú Ísland, Noreg og Rusland. Er tað sum er farið frám brot á galdandi Føroyska lóggávu og hevur Fiskimálaráðið handla uttanfyri sýnar heimildir?

Hvat løgmaður fer at svara er ikki lætt at vita, men við at spyrja Copilot AI (Think deeper) er niðurstøðan hendan:

“At økja kvotur munandi, at útluta stórar og varandi kvotur ella at undirskriva millumlandaavtalur, sum beinleiðis ávirka landsins tilfeingi og tilfeingisrættindi, uttan at leggja tær fram fyri Løgtingið til viðgerð og góðkenning, er í grundini ímóti stýrisskipanarlógini § 52, stk. 2. Hetta er serstakliga álvarsamt, tá avtalur ella skipanarskiftir stovna nýggj ella varandi tilfeingisrættindi við stórum búskaparligum virði. “

Fyrispurningurin kann lesast her

Skrivligur fyrispurningur  eftir § 53 í Tingskipanini

Spyrjari: Árni M. Dam, løgtingsmaður

Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður

Evni: Stýrisskipanarlógin § 52, stk. 2

Spurningar: 

  1. Hvør er mannagongdin, og hvør avgerð um ella nær ein millumlandasáttmáli – strandarlanda- ella ein sínámillum fiskiveiðuavtala – er so týdningarmikil, at hon er fevnd av stýrisskipanarlógini § 52, stk. 2: Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar og tí skal leggjast fyri Løgtingið til góðkenningar?
  2. Seinasta strandarlandaavtalan varð løgd fyri Løgtingið í 2006 hóast fleiri – eisini innihaldsliga nýggjar – strandarlandaavtalaður eru gjørdar síðani.

Hvør var tilgongdin, og nær fór tann broytingin fram, sum førdi til, at strandarlandaavtalur hereftir ikki skuldu góðkennast av Løgtinginum?

  • Á hvørjum løgfrøðiligum grundarlagi varð henda avgerð tikin? 
  • Føroyska makrelavtalan í 2014 hevði eitt avreiðingarvirði á umleið 5 milliardir krónur ella um 100.000 kr. fyri hvønn íbúgva. Grundað á íbúgvaratalið hevði sama avtala verið verd 500 milliardir krónur í Danmark.

Er tað í samsvari við stýrisskipanarlógina, at sáttmálar av hesum slagi og vavi (nøgd og virði) verða góðkendir og gjørdir bindandi fyri Føroyar við undirskrift frá einum embætisfólki, men uttan at verða lagdir fyri Løgtingið at viðgera og góðkenna?

  • Er tað í samsvari við stýrisskipanarlógina, at avtalur, sum Løgtingið hevur góðkent, verða uppsagdar, uttan at Løgtingið hevur havt høvi til at gera vart við sína støðu? 
  • Hvussu verður tryggjað, at millumlandaavtalur, sum eru týdningarmiklar fyri Føroyar, verða viðgjørdar samsvarandi stýrisskipanarlógini –  soleiðis at hesar hava fólkaræðiligan legitimitet?

Viðmerkingar:

Í 1977 varð fiskimarkið flutt út á 200 fjórðingar, og Føroyar fóru at samráðast um fiskiveiðuavtalur við onnur lond. Útgangsstøðið var, at allar fiskivinnuavtalur, sum Føroyar vóru partur av, vóru týdningarmiklar, og vórðu tí eisini – uttan undantak – lagdar fyri Løgtingið til góðkenningar; eisini smærri innihaldsligar broytingar í avtalum vórðu í byrjanini lagdar fyri Løgtingið til góðkenningar.

Við tíðini hevur verið skilt millum øðrumegin avtalur, sum Løgtingið innihaldsliga longu hevur góðkent og sum bert er ein endurnýggjan av longu løgtingsgóðkendari avtalu, og hinumegin nýggjar avtalur ella avtalur við nýggjum innihaldi. 

Í 1978 vórðu ávikavist løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 og løgtingslóg nr. 55 frá 22. september 1978 samtyktar. Eftir hetta var tað eitt lógarkrav, at allar fiskiveiðuavtalur skuldu leggjast fyri Løgtingið til góðkenningar.

10. mars 1994 vórðu hesar lógir settar úr gildi við lógini um vinnuligan fiskiskap (§ 49).

Lógin um stýrisskipan Føroya varð samtykt í juli 1994, og fekk við ávísum undantøkum gildi ólavsøkudag 1995.

Sambært Løgtingstíðindum vórðu strandarlandaavtalurnar fyri várgýtandi norðhavssild í 1997, 1998, 1999, 2000, 2001 og 2002, og tær fyri makrel í 2000, 2001 og 2002, lagdar fyri Løgtingið til góðkenningar samsvarandi § 52 í stýrisskipanarlógini. Í 2006 varð strandarlandaavtalan um svartkjaft somuleiðis løgd fyri Løgtingið til góðkenningar (LM-067/2005).

Av bæði silda- og makrelavtaluni í 2002 framgekk eksplisitt, at partarnir nú vóru vorðnir samdir um eina langtíðarfyrisiting av stovnunum. Løgtingið góðkendi hesar avtalurnar, og fyrr enn talan var um innihaldsligar broytingar, so var sjálvsagt ikki tørvur á nýggjum góðkenningum, og vórðu hesar avtalur tí heldur ikki lagdar fyri Løgtingið árini 2003-2009.

Árini 2010-2013 var eingin strandarlandaavtala um makrel.

Í 2014 var ein strandarlandaavtala um makrel aftur undirskrivað. Talan var um eina innihaldsliga nýggja avtalu. Fyri Føroyar var talan um ein sáttmála, sum hevði eitt avreiðingarvirði á uml. 5 milliardir krónur.

2014-strandarlandaavtalan um makrel varð góðkend við einari undirskrift frá einum embætisfólki – men uttan at verða løgd fyri Løgtingið til góðkenningar. Staðfestast kann, at eingin strandarlandaavtala um ferðandi fiskastovnar er løgd fyri Løgtingið at viðgera, og enn minni at góðkenna, síðani avtalan um svartkjaft varð løgd fyri Løgtingið í 2006.

Endamálið við fyrispurninginum er at fáa fram í ljósmála, nær, hvussu og á hvørjum grundarlagi tað siðaskiftið fór fram, sum tók úr hondunum á Løgtinginum at góðkenna ella vraka millumlandaavtalur á fiskivinnuøkinum, sum Fiskimálaráðið – vegna føroysku tjóðina – samráðir seg fram til, og sum harvið gjørdi § 52, stk. 2 í stýrisskipanarlógini til eina áseting uttan innihald.

Á Løgtingi, 23. oktober 2025

Árni M. Dam

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira