tirsdag, november 11, 2025
Home Tænastuvinna Nýggjur oljuveitari til húsamarknaðin

Nýggjur oljuveitari til húsamarknaðin

0 comments

Í gjár kom fram at nýtt felag bjóðar seg fram, at veita olju til bygningar á landið tað er Thomsen Oljuveiting. Hetta skrivar felagið á teirra heimasíðu.

Oljuveiting

Nú ber til hjá privatum húsarhaldum og vinnuni at keypa olju til oljufýringina frá øðrum enn Magn og Effo

Nú ber til hjá privatum húsarhaldum og vinnuni at keypa olju til oljufýringina frá øðrum enn Magn og Effo.

Vit eru í dag farin undir at selja olju til meginøkið. Oljan verður í dag seld 75 oyru bíligari enn listaprísurin hjá teimum báðu stóru oljufeløgunum.

Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð, men nú eru vit til reiðar at lata olju til føroysku húsarhaldini.

Kelda & mynd: https://thomsen.fo/ 22 okt.2025

Felagið keypir oljuna frá orkufelagnum KRAFTA.

Spennandi fyri privatkundar og feløg á landi

At tað nú kemur ein triði veitari á marknaðin, kann skapa størri dynamik og kapping um at veita húsarhaldsolju og olju til vinnubygningar.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira