Veitsla var í Skúlanum á Argjahamri fríggjakvøldið, nú Ítróttarfelagið Argir fylti 10 ár. Borgarstjórin helt í røðu á staðnum, at felagið var komið langt hesi 10 árini.
– Einki kemur av ongum, og ofta mugu vit eisini ásanna, at tað eru nøkur ting, ið taka sína tíð.
– Eitt av teimum er at seta á stovn eitt ítróttarfelag, tí vanliga er tað nakað, ið byrjar í smáum og tekur nøkur ár at byggja upp.
– Hetta kenna tit alt til, men so vil eg kortini siga, at tit hesi 10 – og nú 11 árini – hava nátt langt, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
– Her á Argjum eru tit væl fyri við ítrótti, tí tit hava havt Argja Bóltfelag síðani 1973, Argja Róðrarfelag síðani 1982 og so Ítróttarfelagið Argir síðani 2011.
– Tit í ÍA hava eitt til felags við AB, og tað er, at skúlaumhvørvið á Argjum hevur verið karmur um tykkara fyrstu venjingar.
– AB byrjaði í síni tíð í skúlagarðinum niðri í gamla Argja skúla, og tit byrjaðu í táverandi tvíhøllini her í skúlanum á Argjahamri.
– Skúlin heruppi var spildurnýggjur um sama mundið, í 2011, so tit eru eitt gott dømi um, hvat kann fáast burturúr, tá ið smíðað verður, meðan jarnið er heitt.
– At byrja við høvdu tit bara eina dupulta fimleikahøll til tykkara virksemi, men hóast tit hvørki grenjaðu um umstøðurnar ella lótu illa at, sást skjótt, at høllin var ov lítil.
– Tí varð farið undir at vaksa hana upp í fulla hondbóltsstødd, hon stóð liðug í 2017, talan var um ein hondbóltsvøll við 200 áskoðaraplássum.
– Síðani hava tit verið ágrýtin og røsk, og í dag vita øll í hondbólts-Føroyum, hvat ÍA er fyri nakað.
– Argir hava í mong ár staðið í støðugum vøkstri, og nú búgva yvir 2500 fólk her.
– Tað var eisini hesin fólkavøksturin, ið onkursvegna skundaði undir og fekk tykkum at trúgva uppá, at gott grundarlag var fyri einum hondbóltsfelag á Argjum.
– Hjá børnum var tað langur vegur at skula niðan á Háls ella niðan í Hoyvíkar at venja hondbólt, og tí valdu tit at seta á stovn tykkara egna felag.
– Tað var í tí treysti, at um tit spældu kortini rætt, so kundi ÍA innan fyri tey næstu árini hava lið í at kalla øllum deildum.
– At hetta ikki var óðamannaverk, hevur gingið sjón fyri søgn, tí Ítróttarfelagið Argir er væl við í øllum deildum hjá teimum yngru, og arbeiðir seg støðugt uppeftir.
– Júst tað, at tit eru byrjað við barna- og ungdómsarbeiðinum hevur víst seg at vera lykilin til, at ÍA veruliga kann gera vart við seg sum eitt stórt og væl skipað felag.
– Sum eg havi skilt, so hava tit frá fyrstu løtu kent tað, sum høvdu tit luft undir veingjunum.
– Longu frá byrjan hevði ÍA hug til at vera bæði størri og at hava størri undirtøku, enn tit kanska høvdu roknað við.
– Mær er fortalt, at hjá teimum vaksnu vóru tað bara seks, ið vóru til fyrstu venjingarnar, men áðrenn tit vistu av, høvdu tit 40 mans til venjing, og tit megnaðu at flyta upp longu fyrst árið.
– Og so vísti tað seg eisini, at hóast eingin skipaður hondbóltur var á Argjum frammanundan, vóru tað fleiri foreldur, sum høvdu spælt hondbólt fyrr, ið livnaðu uppaftur av nýggjum.
– Nú høvdu tey møguleikan at halda sínum egnu børnum til, so tey eisini skuldu læra hetta deiliga spælið at kenna, sum júst nú er tann ítróttargreinin her heima, ið ger mest um seg í altjóða høpi.
– Tit hava fyrr í ár sett ein royndan og dugnaligan høvuðsvenjara, sum hartil er væl kendur í føroyskum hondbólti, og hann hevur ábyrgd av barna- og ungdómsarbeiðnum.
– Felag tykkara er væl umboðað upp ígjøgnum deildirnar, hjá bæði gentum og dreingjum, og tað er ein fragd at síggja, hvussu tolið og miðvíst tit arbeiða, so grundarlagið alla tíðina er í lagi.
– Og vit kunnu ásanna, at hóast argjamenn hava verið tiltiknir fyri sítt byggikynstur, er eisini galdandi á Argjum, at Rom varð ikki bygdur eftir einum degi.
– Men byggið endiliga víðari, tí tit eru á rættari kós, og vit kunnu øll samgleðast við tykkum í tykkara góða arbeiði, ið bæði er Argjum og Tórshavnar kommunu til gleði og gagns.
– Enn einaferð hjartaliga tillukku við tykkara 10 árum og bestu eydnu í framtíðini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.