10-ára ársveitsla á Boðanesheiminum

kelda og myndir: torshavn.fo 4-11-2022

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 år ago
Updated 2022/11/04 at 11:45 AM

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt at vit øll kundu fegnast um, at tað eru fleiri frísk eldri sum hava eitt virkið lív longri – og harvið eru við til at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini. Samstundis ásanna vit, at ikki øll eru eins frísk, men at hesi eisini skulu kenna tað trygt at gerast gamal.

Hann nevndi, at okkara samfelag er samansett av øllum aldursbólkum í einum lutfalli, sum broytist. Áður vóru ættarliðini knýtt saman natúrliga gjøgnum arbeiði í gerandisdegnum.

Ættarliðini høvdu brúk fyri hvørjum øðrum, og omma og abbi høvdu sín natúrliga leiklut í húsarhaldinum, eisini eftir pensjónsaldur. Samfelagið alt hevði tørv á tí lívsvísdómi, sum tey eldru sita inni við.

Í dag hava vit tíbetur virkin eldri og eldrafeløg, ið leggja politikkarunum lag á. Okkara felags slagorð er “Virkin og vakin – alt lívið!” Tilvitanin um, at matur og ítrótt og rørsla eru heilsugóð, er grundleggjandi, og tí hevur rørsla stóran týdning og er viðkomandi fyri øll, sum kunnu røra seg.

Júst hetta, at aktivera borgarar – at eggja til ítrótt og rørslu – er eitt av hjartamálunum hjá okkara heilsutænastu. Vit eru tilvitað um henda týdning, bæði heilsuliga og sosialt.
 
Vit eru sannførd um, at eitt hóskandi dagtilboð bæði kann vera við til at útseta tørvin á stovnsplássi, og geva brúkaranum eitt virðiligari lív og ein innihaldsríkari gerandisdag.

Tað var stutt fyri jól í 2010, at farið varð undir verkætlanina “Eldradepil Yviri við Strond”, sum fekk navnið Boðanesheimið. Fyrstu búfólkini fluttu inn í desember 2012, t.v.s. fyri 10 árum síðan. Tað vóru arkitektarnir Albert Isfeldt og Gudmund Hansen, sum teknaðu heimið.

Virkis-og Venjingarstovan skipar tiltøkini í húsinum. Her kann verða nevnt venjingar, sangløtur, dansur, bindiklubbar, undirhús, bingo, gudstænastur og møti.

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *