Home Fólk og Samfelag Rørsludagur á dagstovnaøkinum

Rørsludagur á dagstovnaøkinum

by Lagt út ÓML

Tað var gott lag og rokan í fjørðuni, tá ið trivnaðarátakið, sum skal stimbra rørslu og spæl, fór av bakkastokki týsdagin.

Námsfrøðiliga ráðgevingin hevur saman við samskiparanum á dagstovnaøkinum og øðrum starvsfólkum á dagstovnaøkinum ment eitt felags átak, sum skal stimbra hugin til spæl og rørslu. 

Bæði dagrøktin og dagstovnarnir í býnum luttóku, og varð tiltakið skipað við ymiskum spølum fyri bæði stór og smá. Bókasavnið luttók eisini við bókum og varð tað sera væl móttikið.

Samskipanin av tiltakinum eydnaðist sera væl. Badmintonhøllin varð býtt í økir, sum á ymsikan hátt byrtu undir hugin at vera virkin, saman og hugbundin. 

Tiltakið er liður í eini meinningarætlan, sum skal stimbra spæl millum børn og millum børn og vaksin.

Hetta er fyrsta av tveimum tiltøkum. Seinna tiltakið verður stutt fyri norðoyastevnu. 

kelda og mynd: klaksvik.fo 3-11-2022

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More