Home Fólk og Frítíð Sáttmáli um fimleikahøll í Kaldbak undirskrivaður

Sáttmáli um fimleikahøll í Kaldbak undirskrivaður

by Lagt út ÓML

Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð.

Inn komu tvey tilboð: MT-Højgaard kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 22.057.992 u/mvg, og ÁTS kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 17.901.926 u/mvg.

Mælt varð til at taka av lægra tilboðnum. Málið varð endaliga avgreitt á býráðsfundi 29. september í ár.

Í gjár varð so sáttmálin um bygging av fimleikahøllini í Kaldbak undirskrivaður.

Á ovastu myndini síggjast f.v. Karstin Vang, byggifrøðingur og stjóri á ÁTS spf., Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Kelda og myndir: torshavn.fo 4.11.2022

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More